Tíðliga í morgun kom eldur í eini sethús í Hamar í Noregi, har fýra ungar kvinnur og vinkonur í 18-19 ára aldri lótu lív í herviliga eldinum.
- Ungu kvinnurnar vóru samlaðar heima hjá tí einu til sosiala samveru, upplýsir løgregluovastin í økinum, Liv Hilde Nytrøen, í tíðlindaskrivi.
Allar fýra kvinnurnar vóru heimahoyrandi í Hamar og Ringsaker.
Fyrr í morgun visti løgreglan at siga, at tríggjar kvinnur vóru funnar lívleysar í húsunum, men seinni funnu roykkavarar eina unga kvinnu aftrat, sum eisini var saknað.
Løgreglan sigur, at fyribils er einki, sum bendir á, at nakað kriminelt er hent.
Eldsbrunin verður kannaður av kriminaltekniskum serfrøðingum, har roynt verður at finna út av, hví eldur kom í húsini, har tær fýra kvinnurnar vóru.
Tað var heilt tíðliga í morgun, at løgreglan fekk fráboðan um eldin, har eisini eitt grannahús fekk nakað av skaða av nógva hitanum og roykinum.
Sløkkiliðið lýsir eldin sum ógvusligan, og tað tók sína tíð, áðrenn tamarhald fekst á støðuni, soleiðis at komast kundi inn í húsini, sigur átaksleiðarin á staðnum.
Flestu norskir tíðindamiðlar skriva um hesa syrgiligu hending í Hamar í dag.