Tiltak um møði av krabbameinsviðger

Tiltak um fatigue, sum er møði og troyttleiki, verður á Hotel Brandan mikudagin 24 september kl. 19.00-21.30.

Krabbameinsfelagið skrivar, at tiltakið er ætlað fólkið, sum eru ella hava verið sjúk av krabbameini og hava seinfylgjur av viðgerðini.

 

Á skránni:

 

- Upplegg um fatigue- møði/troyttleika við Onnu Kristinu Joensen og Katrin Henriksen sjúkrarøktarfrøðingum við serútbúgving í krabbameinsjúkrarøkt.

 

- Upplegg um hvussu ein heilt ítøkiligt kann læra at orkufordeila sínar orku í gerandisdegnum. Ergoterapetur frá Deildin Venjing hjá Almannaverkinum.

 

- Persólig søga - sjúklingur kemur at greiða frá sínum upplivingum at liva við seinfylgjum eftir krabbameinsviðgerð.

 

Tilmelding áðrenn mánadagin 22 september kl. 15.00 á telefon 317959, teldupost kmf(at)krabbamein.fo, ella send sms á telefon 217956.