Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, sum spyr Margit Stórá, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í Føroyum.
Spurningar eru settir landsstýriskvinnuni sum ein grein 52a fyrispurningur, sum er soljóðandi:
1. Verða forðingar gjørdar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum við veðurlagslógini?
2. Kann tað væntast, at kostnaðurin fyri el verður dýrari við veðurlagslógini?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at binda komandi Løgting við nýggju veðurlagslógini, soleiðis, at sjálvt um veljarin í ár 2030 ella 2040 ikki vil fylgja málum, sum landsstýriskvinnan fremur nú í 2025, at komandi ættarlið verður bundið niður við komandi veðurlagslóg?
Í viðmerking til fyrispurnigin sigur løgtingskvinnan, at landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon ætlar at leggja eina nýggja veðurlagslóg niðan í Løgtingið, og tí er tað viðkomandi at fáa at vita, um samgongan ætlar at leggja enn fleiri avgjøld á privatu húsarhaldini.
– Eisini er vert at fáa at vita, um hon ætlar at leggja forðingar og fleiri gjøld á komandi oljuleiting/vinnu í føroyskum øki.
– Tað, sum hendir í heiminum í dag, er ikki eitt grønt orkuskifti. Tað er eitt grønt orkuuppískoyti. Nýtslan av fossilum orkukeldum veksur enn, og væntast ikki at minka fyrr enn aftaná 2030. Hetta hóast at grøn orka, sum gott er, veksur ár fyri ár, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Hon vísir á, at vanligi føroyingurin er hart sperdur fíggjarliga. Spurningurin er, um hann tolir fleiri skattir og avgjøld. Spurningurin er eisini, um t.d. el verður dýrari við veðurlagslógini.
– Vit nýta enn nógva olju, og tað fara vit at gera í mong ár afturat. Hetta má ásannast, hóast tað ber til at minka um nýtsluna sum frálíður. At koma niður á null ber tó væntandi ikki til í mong ár frameftir, sigur hon.
– Spurningurin er, um ein veðurlagslóg gerst ein forðing fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum. Vit noyðast undir øllum umstøðum at innflyta olju í mong ár afturat. Og tá er meira skynsamt í allar mátar - eisini umhvørvisliga - at framleiða hana her, um tað ber til, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurningunum.
##med2##











