Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri næstu dagarnar. Tað verður nógv skýggjað veður, men tað verða eisini onkrar løtur við sól.
DMI sigur, at mánadagin verða 3-8 m/s av suðri ella eystri. Samdrigið og turt, og møguleiki verður fyri onkrum sólglottum. Í støðum kann verða mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina um 10 stig.
Týsdagin verða undir 5 m/s av suðri ella útsynningi, um náttina eitt sindur meira vindur. Samdrigið og turt, í støðum verður nakað av sól. Hitin millum 11 og 15 stig. Um náttin um 10 stig.
Mikuddagin verða 4-8 m/s av suðri og útsynningi, seinni av vestri, vaksandi upp í 5-10 m/s. Fyrsta á degnum skýggjað og nakað av regni, sum frálíðir klárari og turt. Hitin millum 11 og 15 stig. Um náttina um 10 stig.
Hósdagin verða 5-10 m/s av vestri og útsynningi. Turt og nakað av sól. Hitin millum 11 og 15 stig. Um náttina um 10 stig.
Fríggjadagin verða 8-13 m/s av vestri og útsynningi. Skýggjað og turt. Hitin millum 12 og 16 stig. Um náttina um 11 stig.