Danska veðurstovan DMI roknar við heystligum veðri næstu dagarnar.
DMI sigur, at í dag vera 3-7 m/s av landsynningi, í løtum upp í 5-10 m/s. Skiftandi skýrák og ælaveður, serliga út á dagin. Hitin millum 8 og 11 stig.
Týsdagin vera 7-13 m/s av suðri. Um náttina 4-8 m/s av landsynningi. Samdrigið og ælaveður, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 8 og 10 stig.
Mikudagin vera 3-8 m/s millum landsynning og útsynning. Nakað av sól og einstøk æl. Hitin millum 8 og 10 stig.
Hósdagin vera 5-10 m/s av eystri ella landsynningi, vaksandi upp í 10-15 m/s. Sum frálíður samdrigið og regn av suðri. Um náttina av suðri og útsynningi, klárari í veðrinum, men einstøk æl. Hitin millum 8 og 10 stig.
Fríggjadagin vera 10-15 m/s av suðri og útsynningi, sum frálíður minni vindur av landsynningi. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 8 og 10 stig.