Sommerson Band á Country Festivalinum

Sommerson Band v/Annfinn Sommerson og manning, verða á Country Festivalinum 2026 .

 

Og man ikki ‘Dungasandur’, sum í 2022 varð gjørdur til Country Festivalin, fara at runga í hátalarunum á Dungasandi?

 

‘Dungasandur’ varð sera væl dámdur, tí eisini útlendskir fyrispurningar komu dagliga inn til teir, um hví sangurin ikki eisini var innspældur á enskum. Annfinn setti sær tí fyri at umseta tekstin, og í 2025 kom sangurin út á enskum. ‘Dungasandur’ gjørdist til “Country Came to My Town”.

 

Tónleikararnir, sum í dag manna Sommerson Band, hava allir spælt tónleik síðani fyrst í 90’inum, við ymiskum bólkum. Tí kunnu teir spæla sera fjølbroyttan og vælsvingandi tónleik.

 

Síðani 2022 hevur manningin verið hendan:

 

Annfinn Sommerson - Trummur/sang

 

Kári Olsen- Bass/kór

 

Sámal Lindenskov- El-Guitar/kór

 

Sommerson Band hava síðan í 2022 givið hesi stakløg út:

 

2022 ‘Dungasand’

 

2023 ‘Vandaleið’

 

2024 ‘Mouritzen og eg’

 

2025 ‘Country Came to My Town’

 

"Country Festivalurin - Har Country hitt.