info
Ongi úrslit

Sorin og Skála skiljast

Tað verður nýggjur maður við róðrið, tá ið uppflytararnir fara at royna at fóta sær í bestu deildini

Jóannes Hansen
24. november 2021 kl. 11:53

Skála vann næstbestu deildina, og harvið skal Skála í 2022 aftur spæla í bestu deildini, sum felagið í fjør flutti niður úr.

Venjari hjá Skála síðani á sumri í 2020 hevur  verið Sorin Anghel. Sorin og Skála skrivaðu í fjør undir tvey ára sáttmála, men nú er tað greitt, at nýggjur maður verður við róðrið, tá ið Skála Ítróttarfelag í 2022 – eftir at hava verið burturi í eitt ár – aftur fer at royna seg í bestu deildini.

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í dag:

 

Skála ÍF og Sorin Anghel eru komin ásamt um at steðga samstarvinum. Spælararnir blivu kunnaðir um støðuna í gjár.

Sorin kom til felagið á sumri 2020, eftir eina tung gongd í betri deildini fyrru hálvu. Saman við Sorin kom Eugen Voda inn í venjaratoymið sum málmansvenjari. Saman við restini av venjaratoyminum megnaði Sorin at lyfta leikararnar og skapa spæligleði, hóast tað vísti seg at vera ógjørligt at venda gongdini móti niðurflyting. Okkurt gott úrslit kom í hús, og fleiri ferðir var tað um reppið, at vit fingu úrtøku úr dystum. Móti endanum var tað nær við, men tá saman um kom, vóru vit ov stuttir til at yvirliva í deildini.

Í 2021 var greiði málsetningurin at vinna 1. deild og tryggja uppflyting aftur. Góð úrslit í fyrru hálvu løgdu longu áðrenn summarsteðgin lunnar undir, at hetta skuldi eydnast. Men í seinnu hálvu gjørdist úrtøkan heldur misjøvn, tó at fyrsta plássið ongantíð veruliga var í vanda.

Felagið ynskir at takka Sorin fyri hansara íkast til felagið, og takka fyri gott samstarv hesa tíðina.

Eugen hevur eisini boðað frá, at hann ynskir ikki at halda fram sum hjálparvenjari komandi ár, og vit fara at ynskja bæði Sorin og Eugen alt tað besta framyvir.

Felagið arbeiðir við øðrum loysnum viðvíkjandi venjarapostinum til komandi ár, og vóna vit at hetta er komið uppá pláss skjótt, skrivar Skála Ítróttarfelag.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

28 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

40 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

48 minuttir síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

1 tími síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

3 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

4 tímar síðan