Sosialurin 80 ár í dag

Sera stórar broytingar eru farnar fram í blaðheiminum, frá tí at Sosialurin sá dagsins ljós á fyrsta sinni 24. mai í 1927

Í dag eru liðin 75 ár síðani, at fyrsta eintakið av Sos­i­al­i­num var á gøtuni í Havn. Hetta var tann 24. mai í 1927. At Sosialurin varð til má sigast at vera eitt bein­leið­is úrslit av politisku støð­uni tá, sum var merkt av loysingar- og sam­bands­pol­i­tikki.

Bert tveir politiskir flokk­ar vóru á tingi, Sam­bands­flokk­­ur­in og Sjálvstýris­flokk­­ur­in. Fyri at kunna virka politiskt, var neyðugt at hava eitt blað, og høvdu hes­­ir flokkar ávikavist Dimm­­a­lætt­ing og Tinga­kross sum málgøgn.

Tá so fyrstu javn­að­ar­fel­øg­­­ini vórðu sett á stovn í 1925, var ein blað­út­gáva ein ná­t­úr­ligur liður í til­gongd­­­ini til tess at vinna flokk­­­i­­num umboð á ting til løg­tings­­valið, sum skuldi vera í 1928.

Undangongumenn at seta á stovn Sosialin vóru Mour­en­t­i­us Viðstein og Petur Mohr Dam. Teir fingu stuð­ul frá floksfeløgum í Dan­mark, og soleiðis bar tað á, at gamla pressan hjá Fred­e­riks­havns Socialdemokrat varð sett upp í Losjuni í Havn, har Sosialurin varð prent­að­ur.

Fyrsti blaðstjóri á Sos­i­ali­num var Mourentius Við­stein. Prentari var Bethuel Z. Jensen og prent­ar­a­lærl­ing­ur var Carl Karbech Mour­it­sen.

Búskaparliga vóru tíð­ir­nar í 20’unum vánaligar, og vísti tað seg rættuliga skjótt, at blaðið gav undirskot, og at flokkurin ikki megnaði at geva út blaðið.

Yvirtók prent­smiðjuna sum løn

Í samrøðu við Sosialin í 1982 sigur Bethuel Z. Jen­sen:

– Í fyrstani prentaðu vit bert floksblaðið, men seinni fingu vit ymiskt prentarbeiði frá Jógvani Rasmussen, prent­ara á Prentsmiðjuni í gamla Bókhandli, sum teir ikki vóru førir fyri at prenta, tá teir bert høvdu eina lítla Heid­el­berg pressu. Hetta gav so mikið, at vit kundu seta ein prentara afturat, og kom Christian Hansen (van­liga nevndur Doffa) Carli og mær til hjálpar.

Tá Bethuel hevði prentað Sos­i­alin í eitt ár uttan at fáa løn, endaði tað við, at hann tók yvir prentsmiðjuna – hetta var í 1931. Hann skuldi eisini umsita rokn­skap­in og raksturin av blað­num. Tá Bethuel Z. Jensen ikki helt tað vera ráðiligt fram­veg­is at leiga sær inn­i­vist til prentsmiðjuna, fór hann undir at byggja hús í J. Broncksgøtu.

– Tað gekk avbera væl tey fyrstu árini í J. Broncks­gøtu, sigur Bethuel Z. Jen­sen við Sosialin í 1982.

– Tað gekk somikið væl, at eg eftir fáum árum kundi lata Javnaðarflokkinum blað­­ið aftur at umsita. Ják­up í Snikkarastovu fekk rokn­skap­in og sonurin, Kar­beck, prentaði blaðið á prent­smiðj­uni hjá mær, og kom Carl, bróðirin, at ar­beiða hjá Karbech við prentingini av Sosialinum.

Prentaður hjá Arnold Øster

Á prenstmiðjuni hjá Bethuel Z. Jensen verður Sosialurin prent­aður øll árini fram til 1943. Tá flytir blaðið á Prent­smiðjuna hjá Arnold Øst­er. Hetta kom av, at Kar­bech seinastu árini hevði havt ringa heilsu, og hann noydd­ist tí at gevast at ar­beiða. Hann fekk viðgerð á Landssjúkrahúsinum, men fór seinni til Dan­mark­ar, har hann fekk so mikið góða hjálp, at hann heim­aft­ur­k­omin keypti prent­smiðj­una á Heygsbreyt – hetta var í 1954.

Á prentsmiðjuni hjá Kar­bech starvaðust Tummas Jen­sen, prentari úr Fugl­a­firði, og Sámal Olsen úr Søld­ar­firði, sum kom í prent­ara­læru í 1962 ð 17 ára gamal. Teir doyðu báðir á ungum árum.

Sámal Olsen sigur í sam­røðu við Sosialin í 1982, at hann sá eina lýsing eftir prent­ar­a­lærlingi í Sos­ial­i­num. Hann søkti plássið og fekk tað. Fyrsta arbeiði hans­ara var at kynda upp á prentsmiðjuni, sum tá hevði kolfýr.

Um hetta mundið kom Sos­i­al­urin út tvær ferðir um vikuna, men framvegis bert í fýra síðum. Judith Jac­ob­sen, bókbindari, sum hevði bók­bindingarvirki í hús­u­num hjá Herluf Arnason, hevði fingið eina nýggja fals­i­mask­inu, og hagar plagdu teir á Heygsbreyt at fara við blaðnum til fals­ing­ar, og síðani vóru ungfólk, sum pakkaðu blaðið og koyrdu tað á Posthúsið.

Keypa prentsmiðjuna hjá Karbech

Í 1964 keypti Javn­að­ar­flokk­ur­in prentsmiðjuna frá Kar­bech. Villi Sørensen hevði ver­ið blaðstjóri á Sosialinum síð­ani 1952 og var tað eisini framvegis, tó at hann búði í Klaksvík. Hann sendi tilfar við postinum, men tað var mang­an trupult at fáa hetta og annað tilfar rættstundis, og tí arbeiddu teir mangan til langt út á kvøldið, og onk­un­tíð út á náttina, segði Sámal Olsen við Sosialin í 1982.

– Vit hugsaðu ikki so nógv um tað, tí tað hevði al­tíð verið soleiðis, at bløð­ini vóru skrivað um dagin og at prentararnir arbeiddu um náttina.

– Serliga minnist eg einu ferð­ina, vit prentaðu pásk­a­blað­ið, sigur Sámal og held­ur fram:

– Avgjrøt var framm­an­und­an, at blaðið skuldi hava nøk­ur orð um páskahalguna, men tá tey skuldu í prent, setti Karbech seg við seti­mask­in­una. Hann hevði einki handrit at skriva eftir, men gjørdi sjálvur orðini, sum hann setti beinleiðis. Kar­bech var sera kønur í før­oysk­um og dugdi væl at skriva, segði Sámal.

Komin upp í sjeytiárini verð­ur farið undir ávísa út­bygg­ing av prentsmiðjuni, tá blaðið keypti eina lítla pressu, sum kallast ein veingj­a­aut­o­mat. Henda varð nýtt til at prenta smærri prent­lutir við, og var hetta sein­asta prentiarbeiðið við blýggi, sum varð gjørt á pren­tsmiðjuni á Heygs­breyt.

Í 1974 verða húsini í Sjúrð­a­gøtu 9 keypt til blað­hús. Tá varð ásannað, at ný­mót­ans off-sett tekn­ikk­ur­in var framtíðin innan blað­út­gávu, og tað var ikki ráð­i­ligt at útbyggja prent­smiðj­una á Heygsbreyt, sum hevði slitnar og ó­tíð­ar­hósk­andi maskinur.

Um hetta mundið verður Sos­i­alurin prentaður á prent­smiðj­uni hjá Dimmalætting, með­an alt tilgerðararbeiðið varð gjørt á Sosialinum.

Egna prentsmiðju og nýtt blaðhús

Í mars mánaði í 1982 flytir Sos­ialurin í nýggju blað­hús­i­ni á Argjum, sum eru keypt og sett í stand til endamálið. Nú fekk blaðið aftur sína egnu prentsmiðju – hesaferð eina rotatiónsprentsmiðju, sum tá kundi prenta Sosialin í upp til 24 síður.

Hetta var eitt sera stórt fram­stig, og nú fór blaðið frá at koma út tvær reisur um vikuna til at koma út tríggj­ar ferðir um vikuna. Hetta var størri avbjóðing hjá starvsfólkunum – og nú bar betur til at bera ak­tu­ell­ari tíðindi. Samstundis sum flutt varð út á Argir varð navn­ið á blaðnum broytt, so blaðið nú kom at eita Tíð­ind­a­blaðið Sosialurin. Hetta var helst fyri at leggja dent á, at blaðið var eitt tíð­ind­a­blað heldur enn eitt pol­it­isk­ur boðberi.

Hesi 25 árini síðani 1982 er nógv hent á blaðøkinum í Føroyum. Nógv bløð, sum vóru tá, eru ikki longur, og Sos­i­alurin er vaksin sera nógv hesi árini til í dag at hava tikið Dimmalætting í stødd og útbreiðslu, meðan Dimm­a­lætting tá var einasta nógv størsta blaðið í Før­oy­um.

Tá flutt var út á Argir í 1982 vóru út­gáv­u­dagarnir økt­ir frá tveim­um til tríggj­ar.

Seinast í áttatiárunum – tá kreppan fór at kennast – máttu stig takast til tess at standa í móti minkandi inn­tøk­­u­­num. Í staðin fyri at repa seglini, valdi leiðslan á Sos­i­al­i­num heldur at økja um út­gávutalið úr trimum upp í fimm ferðir. Hetta var gjørt á vári í 1990.

Fyri at hetta skuldi kunna bera til var neyðugt at ra­ti­o­na­l­i­sera arbeiðsgongdina. Tí vóru teldur á fyrsta sinni tikn­ar í brúk í blað­ar­beið­i­num. Keyptar vóru Mac­in­tosh teldur til øll blaðfólkini og til setifólkini. Við at prenta út statsin á A-4 papp­ír slapst undan allari ar­beiðs­gongd­ini við at setifólkini skuldu seta eftir manuskripti frá bla­ð­fólki. Lím og saksur var tó framvegis í brúki, men 10 ár eftir hetta – í 1999, vóru saksur og lím end­a­­liga pakkað niður, og verð­ur blaðið í dag í øllum smá­lut­um framleitt digitalt – ella talgilt.

Prentsmiðju saman við Dimm­alætting

Í 2000 løgdu Sosialurin og Dimmalætting nið­ur prentsmiðjurnar og stovn­aðu partafelagið Prent­mið­støð­ina. Tær bestu mask­in­ur­­nar hjá Sosialinum og Dimm­a­lætting vórðu settar sam­an, samstundis sum nýggj­­ar maskinur vórðu keypt­­ar. Hetta er í dag ein­asta rotatiónsprentsmiðja í land­­i­num – og tískil tann ein­­­asta blaðprentsmiðjan. Henda prentsmiðja klárar utt­an trupulleikar at nøkta tørv­in á allari blaðprenting í Før­oyum í dag. Á hesi prent­smiðju ber til at prenta Sos­ialin í 56 síðum, harav 24 síður við liti. Um tørvur er á størri blað ella fleiri lit­síð­um, so ber til at prenta blað­ið í tveimum ella fleiri um­førum, og tá økist síð­u­talið tilsvarandi. Prentmiðstøðin heldur til í húsum Dimmalættingar, men har er vorðið ov trongligt, og verður í hesum døgum arbeitt við at útvega Prentmiðstøðini nýggj og tíðarhóskandi høli.

Sosialurin gerst heimsumfatandi

Tá Føroyar í 1996 vórðu knýtt­ar upp í internetið, vistu vit ikki, hvussu stóra á­virk­­an hetta fór at fáa á blað­ar­beiðið – ella miðl­a­ar­beiði sum heild. Í 1997 fóru vit í holt við InternetSosial­in, har vit á int­er­net­i­num kundu lesa dagsins Sosialin. Henda skipan er støðugt út­bygd og er vorðin ein al­samt meira integreraður part­ur av ar­beið­i­num hjá fólk­i­num á Sos­iali­num og út­breiðsluni av blaðnum.

Tað, at fólk alla staðni kring heimin kunnu fáa tíð­indi í Sosialinum samstundis hev­ur stór perspektiv við sær.

Nýggi samskiftishátturin við internetinum hevur eis­ini lætt munandi um ar­beið­ið hjá blaðfólki og mynd­a­fólki okkara. Nú er lagað man­ni at skriva ella taka mynd­ir hvar sum helst í land­i­num ella heiminum og fáa bæði tekst og myndir í blað­ið beinanvegin. Soleiðis er Sos­ial­urin eisini skipaður við deild­um í Sandvík og í Klaks­vík umframt ta rull­andi redaktiónina.