Spæla longu mikudagin á Skála

Dysturin í fyrsta umfarinum er framskundaður, tí HB annað vikuskifti í Gundadali skal spæla í Atlantic Cup ímóti KR úr Reykjavík

LANDSKAPPINGIN

Tá ið fyrsta umfarið í landskappingini verður á skránni sunnudagin 25. apríl ella Flaggdagin, verða tað bara átta av teimum tíggju liðunum í bestu deildini, sum fara at spæla um stig.
FSF boðar frá, at dysturin á Skála, har HB sambært skipanini skal vitja í fyrsta umfarinum, er framskundaður. Í staðin fyri Flaggdagin verður dysturin spældur mikudagin 21. apríl. Eftir at Skála fram ímóti dystarenda var á odda 2?1 og síðani tapti 3?2 í steypadystinum í Gundadali fyri stuttum verður hesin fyrsti landskappingardysturin av øllum ivaleyst mettur at verða uppaftur meiri spennandi, enn hann frammanundan varð mettur at vera.
Orsøkin, at dysturin millum Skála og HB er framskundaður, er tann, at HB annað vikuskifti skal spæla í Atlantic Cup. Talan er um samstarvið millum føroyskan og íslendskan fótbólt, sum Atlantsflog stuðlar. Tað snýr seg um, at føroysku meistararnir og íslendsku meistararnir hittast síðsta vikuskiftið í apríl. Aðru hvørja ferð verður spælt í Føroyum, og aðru hvørja ferð verður spælt í Íslandi. HB og KR úr Reykjavík hittust í fjør, og tey hittast aftur í ár. Í fjør spældu tey í Reykjavík, og hesa ferð verður spælt í Gundadali. Dysturin er ásettur at vera leygardagin 24. apríl.

Útseta ein tíma
FSF hevur eisini boðað fótbóltsfeløgunum frá, at dystirnir í fyrsta umfarinum ikki skulu spælast klokkan trý seinnapartin, tá ið tað annars plagar at verða spælt. Tað verður skipað fyri flaggdagshaldum kring landið. Tí hevur FSF gjørt av, at landskappingardystirnir henda dagin skulu spælast klokkan fýra. Harvið fer tað at bera til hjá áskoðarunum fyrst at fara til flaggdagshald og síðani til fótbólt.
Við avgerðina at flyta dystarbyrjanirnar hevur FSF víst, at Fótbóltssambandið virðir flaggdagshaldini.
Teir fýra dystirnir, sum verða á skránni Flaggdagin, eru hesir: KÍ?B68, GÍ?ÍF, NSÍ?VB og B36?EB/Streymur.
Suni Johansen skal døma á Skála, Dagfinn Olsen í Klaksvík, Petur Skarðenni í Gøtu, Lassin Isaksen skal døma í Runavík, og ímillum B36 og EB/Streym verður Páll Augustinussen dómari. Í Atlantic Cup leygardagin 24. apríl í Gundadali verður Niklas á Líðarenda 23. maðurin á vøllinum, tá ið HB og KR fara at takast.