SpaceX fær milli­arda­sátt­mála frá amerik­anska herinum

Rúmdarfyritøkan hjá Elon Musk, SpaceX, hevur fingið ein stóran sáttmála frá amerikanska herinum til eitt virði á 14,7 milliardir krónur.

Elon Musk og SpaceX hava fingið milliardasáttmála frá amerikanska herinum um eitt nýtt fylgisveinanet til hernaðarligt samskifti kring heimin. Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir U.S. Space Force í einum tíðindaskrivi.

Sáttmálin snýr seg um at byggja eitt nýtt samskiftisnet av fylgisveinum, sum skal knýta hernaðarligar sensorar og vápnaskipanir saman kring allan heimin.

U.S. Space Force er ein deild undir amerikonsku verjuni, sum varð stovnað í 2019 undir fyrsta forsetaskeiði hjá Donald Trump.

Elon Musk hevur í fleiri ár verið ein sjónligur stuðul hjá Trump og hevur eisini arbeitt í stjórn hansara. Hann stóð millum annað á odda fyri deildini DOGE – Department of Government Efficiency – sum hevði til endamáls at minka um almennu útreiðslurnar og gera amerikanska stjórnarskipanina smidligari.

Samtíðis hevur rúmdarfyritøkan hjá einum oðrum ríkum amerikanskum vinnulívsmanni eisini fingið stóran sáttmála. Tað er Blue Origin hjá Jeff Bezos, sum hevur fingið ein sáttmála frá amerikonsku rúmdarstovuni NASA til eitt virði á umleið 1,2 milliardir krónur.

Blue Origin skal eftir ætlan menna ómannað akfør til Mánan.

USA hevur sett sær fyri at senda amerikanarar aftur til Mánan áðrenn forsetaskeiðið hjá Donald Trump endar í 2028. NASA boðaði í mars frá ætlanum um eina fasta mánastøð innan 2032, og verkætlanin er mett at fara at kosta umleið 128 milliardir krónur.

 

 

 

Elon Musk og SpaceX hava fingið milliardasáttmála frá amerikanska herinum um eitt nýtt fylgisveinanet til hernaðarligt samskifti kring heimin. Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix