Pedro er navnið á einum av helst tveimum spaniólum, sum skulu spæla við B68 komandi kappingarár. B68 hevur fyrr gingið á odda við spælarum úr heldur eksotiskum londum.
B68 er aftur í bestu deildini, men hava brúk fyri hjálp, um liðið skal standa seg betri enn seinast teir vóru í bestu deildini. Í hesum førinum hevur felagið leitað sær til Spania, at finna spælarar.
- Vit fáa javnan boðið spælarar úr at kalla øllum heiminum frá umboðsmonnum, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68.
Felagið leitar í løtuni eftir einum verjukendum miðvallara og einum áleypara. Fyribils hevur felagið sett navn á verjukenda miðvallaran. Talan er um spælara við navninum Pedro. Felagið hevði eisini ein áleypara í kikaranum, men tað er ikki blivið til nakað. Í løtuni verður bara leitað eftir tveimum spælarum.
- Sum støðan er í løtuni, so leita vit eftir einum verjukendum miðvallara og einum áleypara, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68.
Ikki fyrst ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð, at B68 roynir seg við spælarum frá meiri eksotiskum londum. Um aldarskirftið stóðu fýra spælarar úr Brasil í kavanum á Svangaskarði. Teirra millum áleyparin Marcello Marcelino og verjuspælarin Messias Perreira.
Í 2008 komu eisini spælarar úr Senegal, sum síðani hava gjørt um seg í føroyskum fótbólti. Eitt nú Ndende Adama Guéye og Ahmed Keita.
So verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast Pedro og einum møguligum landsmanni á Svangaskarði.
Ongin spanióli
Yvirlitið hjá Faroesoccer gevur onga ábending um, at nakar spanskur fótbóltsspælari hevur verið í føroyskum fótbólti fyrr. Spanska landsliðið spældi í Føroyum í 1996. Tann dystin vunnu spaniólar 6-2, eftir at Todi Jónsson javnaði fyri Føroyar tíðliga í seinna hálvleiki.
Sostatt er líkt til, at verjukendi miðvallarin Pedro verður fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti.