Spar upp og slepp tær av við skuld

Michael Jensen er sjálvstøðugt vinnurekandi og heldur ikki, at tíðirnar eru so ringar, sum fjølmiðlarnir gera tær til. Tað snýr seg um at halda útreiðslunum niðri og hava so fá lán sum gjørligt, tí tað er stuttligari at arbeiða fyri seg sjálvan enn bankarnar, heldur hann. Um ein meiriluti vil seta sharia-lógir í gildi í Egyptalandi, so verða egyptar um tað, sigur hann, tí demokrati er demokrati

Hvat rokast tú við um dagarnar?

Geri roknskap, mvg-uppgerð og nýggja matarskrá til reseptiónir fyri 2011 fyri fyritøku mína, MJ Catering. Passi annars allar kundarnar við smyrjibreyði, køldum borðum og øðrum góðum.


Tú fæst nógv við Kovboyfilm? Hvat gera tit har?

Ja, eg havi tveir hattar á høvdinum, MJ Catering og so Kovboyfilm saman við beiggja mínum, Thomas Koba. Í Kovboyfilm eru vit í løtuni í ferð við at fáa allar filmarnar um Føroyar á YouTube týddar til onnnur mál enn enskt. Upplesarar og umsetarar skulu finnast. Hetta er spenanndi at baksast við. Stuttfilmarnir eru sera væl móttiknir. Umleið 700-900 vitjanir eru uttanlands hvønn dag. So filmarnir gera vart við Føroyar, meðan øll sova, og raksturin kostar onki.


Hvussu fáa vit framgongd í ferðavinnuni?

Vit mugu hava meiri virala marknaðarføring, har fólk sjálv senda reklamurnar sínámillum, tí hon bílig og røkkur víða. Haraftrat mugu vit lækka kostnaðin at koma higar og tjena pengar upp á onnur økir eisini.


Tú rekur so eisini MJ Catering. Eru tíðirnar truplar?

Tíðirnar eru ikki so øgiliga truplar, um tú dugir at halda útreiðslunum niðri. Fyri teir aktørar, sum hava kostnaðamikil lán, er tað straks verri. Alt hatta skal eg ikki baksast við, tíbetur. Eg leggi dent á at geva kundunum eina góða vøru og geri tað, sum eg tími. Havi ikki hug at arbeiða fyri bankarnar.


Hvat heldur tú um alt krepputosið í miðlunum?

Tað er fullkomiliga farið av sporinum, tí nógvastaðni er tað ikki so illa statt, sum sagt verður í miðlunum.


Hvat hevur verið besta partabrævið í seinastuni og hví?

Mítt egna partabræv í mær sjálvum er helst nummar eitt, kanska besta íløgan nakrantíð, tí eg kann sjálvur stýra tí. Næstbesta partabrævið er kanska BRIK-íløgan. Hetta er ein samanseting av ymsum partabrøvum í Brasilia, Russlandi, India og Kina. Havi ongantíð keypt partabrøv við kenslunum, hvørki persónligum ella tjóðskaparligum.


Hvat heldur tú um føroyskan politikk?

Mær dámar hann ikki væl, tí ongin avrikar nakað. Har er bara snakk og ov nógvir arbeiðsbólkar, sum skriva álit til almenningin um onki. Tóm aðalorðaskiftir geva onga meining. Um løgtingið var ein privat fyritøka, var hon farin dundrandi á heysin, og tað er hon kanska eisini farin.


Hvat heldur tú um, at Fernando Torres og Eik Banki kostaðu tað sama, 450 mió. kr.?

Fantastiskt! Útboð og eftirspurningur! Soleiðis skalt tað vera.


Hvørjar fjølmiðlar brúkar tú mest og hví?

Bløð, sum kunnu lesast á iPad, og eina rúgvu av podcastum heima, í bilinum og aðrastaðni.


Heldur tú, at Hosni Mubarak skal fara frá í Egyptalandi?

Sjálvandi skal hann fara frá. Demokrati má setast í verk, og er meirilutin muslimar, sum vil seta sharia-lógirnar í gildi, so mugu tey um tað. Eg hevði bara ikki ynskt at búð har sum minniluti so. Tey skulu ikki blanda seg uppí, hvat vit gera, og hetta skal so ganga báðar vegir.



Hvat er tað besta við hvørjum degi?

At sleppa at eiga hann við góðari heilsu!



Hvat er títt motto?

Spar upp og slepp tær av við skuld!