Sparkaði løgreglumann í andlitið

Ein maður er í grundlógaravhoyring í morgun fyri hóttanir og fyri at hava sparkað ein løgreglumann í andlitið

Í morgun klokkan 9 er ein maður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti skuldsettur fyri millum annað at hava sparkað ein løgreglumann í andlitið og fyri hóttanir.

 

Tað var ein støða í Havn gjáramorgunin, har tað var komið til ilnar millum nakrar persónar, og løgreglan kom uppí. Har fekk ein løgreglumaður eitt lítið spark í andlitið, umframt at løgreglufólkini blivu hótt.

Av tí at maðurin hevur dóm fyri nakað líknandi fyrr í ár, so varð mett, at málið skuldi roynast í rættinum, og tí er grundlógaravhoyring um málið nú í morgun.