info
Ongi úrslit

120.000 tons kunnu fiskast av reyðæti

Havstovan hevur gjørt og ger framhaldandi kanningar av reyðæti í Bankarennuni og mælir framvegis til, at veiðast kunnu 120.000 tons árliga av hesum tilfeingi

Vilmund Jacobsen
9. september 2025 kl. 11:53

Tað eru longu fleiri ár síðan, at Havstovan fór at kanna møguleikarnar at veiða reyðæti, eitt nú í sonevndu Bankarennuni, sum er djúpa rennan millum Føroya Banka og landgrunnin.

Sagt verður, at um heystið og veturin rekur reyðæti norður ígjøgnum tann djúpa partin av rennuni.

- Hetta eru smá djór, sum eru í vetrardvala í djúpum sjógvi norðanfyri Føroyar og sum verða tikin við djúpa rákinum - frá umleið 500 metra dýpi og niður á botn, sum fer suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og víðari norður ígjøgnum Bankarennuna.

Fyri at meta um møguleikarnar fyri vinnuligari veiði eftir reyðæti í Bankarennuni, kannaði Havstovan longu í august í 2017 til februar 2018, hvussu nógv reyðæti rekur ígjøgnum Bankarennuna um heystið og veturin. 

Kanningin vísti, at nógv reyðæti rekur norður ígjøgnum tann djúpa partin av Bankarennuni, og stovnurin metti, at við skynsemi ber til at veiða ein part av hesum.

Nú um dagarnar lýsti Fiskimálaráðið aftur eftir eftumsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti, sum Havstovan mælti til fyri nøkrum árum síðan.

- Vísandi til tilmælið frá Havstovuni vórðu í 2020 givnar fimm tilsagnir um royndarveiðu eftir reyðæti. Tilsagnirnar, sum vórðu latnar í 2020, vóru galdandi til á vári 2025 og eru tí gingnar út.

Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at síðan hesar tilsagnir vórðu givnar, hava feløg á ymiskan hátt fyrireikað og gjørt royndir at fiska reyðæti.

- Higartil hevur samlaða nøgdin, sum er fiskað av reyðæti, verið avmarkað. Royndirnar hava tó víst, at reyðæti er á djúpum vatni í Bankarennuni, og minni nøgdir eru eisini fingnar til høldar.

Lagt verður aftrat, at Havstovan hevur gjørt og ger framhaldandi kanningar av reyðæti í Bankarennuni og mælir framvegis til, at veiðast kunnu 120.000 tons árliga av hesum tilfeingi.

- Samstundis er stórur áhugi hjá vinnuni at fara undir royndarfiskiskap eftir reyðæti, siga tey í Fiskimálaráðnum um dagarnar, og her lýsa tey nú eftir møguligum áhugaðum til hesar royndir.

Um marknaðin fyri reyðæti verður sagt, at hann er stórur, tí hesi smáu skeljadjór eru full av heilsugóðum evnum.

Lesið eisini - 

Gamlli Jupiter skal fiska tað sum eingin annar fiskar - https://www.in.fo/news-detail/gamli-jupiter-skal-fiska-tad-sum-eingin-annar-fiskar

 

 

    
 


 
 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

8 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

26 minuttir síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

46 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

56 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

1 tími síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

4 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

4 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

5 tímar síðan