Sparkaði politibilin

Løgreglan hevur verið nøkrum fullum fólkum og fingið tey til hús

Tað vóru sera nógv fólk í býnum í Havn í nátt í sambandi við ólavsøkuna. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at hóast tað var ein javnur streymur av fólki úr býnum frá klokkan 2 og úteftir, so sást tað ikki at minka við fólki í býnum fyrr enn um 6 tíðina í morgun.

– Og tað vóru øgiliga nógv fólk til midnáttarsangin, sigur hann.

Løgreglan hevur verið eftir eini 4-5 fullum fólkum og fingið tey til hús. Ein teirra var tikin inn á støðina at sova í brummuni. Hann verður sleptur útaftur út móti middegi, sigur vaktleiðarin.

Ein annar vildi ikki siga, hvør hann var og var tí tikin inn á støðina fyri at sissa seg. Hann fær eina bót fyri tað.

Og tá tveir politistar fór nøkrum samarittum til hjálpar, var tað ein persónur, fekk hug at gera seg inn á politibilin. Hann sparka bilin, so hann fekk eina buklu.

Gerningsmaðurin var ikki tikin, men løgreglan veit, hvør persónur er, og hann fær eina heilsan frá politinum seinni í dag. Umframt at fáa bót fyri herverkið, so sleppur hann eisini at rinda fyri at bøta skaðan á politinum.