Tað er tætt og spennandi í toppinum í kvinnukappingini í fótbólti. Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at tað fór at verða HB, sum fór at geva KÍ kvinnunum størstu avbjóðingina. Tað er framvegis møguleiki fyri, at tað skal verða soleiðis. Men higartil hevur tað víst seg, at felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála er tað liðið, sum orduliga bjóðar KÍ av.
Í gjár hevði EBS/Skála vitjan av HB. Í 1. hálvleiki var HB á odda, men so svaraði felagsliðið orduliga aftur. Beinanvegin eftir steðgin skoraðu tær tvær ferðir og vunnu 3-1.
B36 vann 2-0 í Sarpugerði á Víkingi.
KÍ vann trivaligan 9-1 avgreiðslusigur í Fuglafirði.
EBS/Skála og KÍ hava fulla úrtøku eftir fýra umfør. Merkisvert er tað, at bæði liðini hava sama málmun 22-2. Nú verður við spenningi bíðað eftir fyrstu toppuppgerðini. Hon verður 26. mai, tá ið KÍ fer at vitja við Margáir.
Víkingur-B36 0-2 (0-1)
0-1: Katarina K. Saxov 30.
0-2: Vár Næs 55
EBS/Skála-HB 3-1 (0-1)
0-1: Milja R. Simonsen 10.
1-1: Fríðrún Danielsen 48.
2-1: Kára Djurhuus 55.
3-1: Íðunn Magnussen 81.
ÍF-KÍ 1-9 (0-2)
0-1: Maria K. Thomsen 33
0-2: Maria K. Thomsen 43.
0-3: Rannvá B. Andreasen 53.
0-4: Maria K. Thomsen 59.
0-5: Sofía Purkhús 61.
0-6: Malena Josephsen 67.
0-7: Rannvá B. Andreasen 77.
1-7: Erla K. Róin 79.
1-8: Ása Klein Olsen 88.
1-9: Sofía Purkhús 90.+2
www.faroesoccer.com
Støðan
EBS/Skála 12 stig
KÍ 12 stig
HB 9 stig
B36 6 stig
ÍF 6 stig
Víkingur 3 stig
AB 0 stig
Víkingur hevur spælt 6 dystir, HB og ÍF hava spælt 5 dystir, og hini liðini hava spælt 4 dystir.
20. mai
HB-ÍF
B36-EBS/Skála
KÍ-AB