Spenningur um hjúnabandslógina

Løgtingið er fullsett við áhoyrarum, nú farið er undir aðru viðgerð av hjúnabandsslógini

Katrin Kallsberg, Tjóðveldi, var framsøgumaður fyri Tjóðveldi nú hjúnabandslógin er til 2. viðgerðar.

 

Hon er eisini forkvinna í trivnaðarnevndini, sum í sínum álitið mælir til, at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn 1.desember. Nú vil samgongan eisini hava, at arbeiðast skal við at strika grein 14.2 í hjúnabandslógini.

Sambandsflokkurin ætlaði at leggja eitt uppskot fram um skrásett parlag, men freistin at leggja uppskot fram í hesi tingsetuni er farin. Tí skulu minst 17 undirskrivtir til at fáa hetta uppskot fram og sum støðan er júst nú, so ber hetta ikki til.

Tað er mestsum ómøguligt at siga, hvønn veg málið koppar, Tað eru so nógvir ivaspurnignar, sum einstøk tingfólk noyðast at taka støðu til, at støðan er ikki greið fyrr enn atkvøðugreiðsla hevur verið um málið