Setanarrøða
Anders Fogh Rasmussen vil ikki síggja eina endurtøku av hørðu samanbrestunum, sum fleiri ferðir vóru millum stjórnina hjá Poul Nyrup Rasmussen og landsstýrið.
- Eg fari at gera mítt ítarsta at royna at bloyta viðurskiftini og fáa í lag eitt gott og álitisfult samskifti um framtíð Føroya, segði Anders Fogh Rasmussen av fólkatingsins røðarapalli í sínari fyrstu setanarrøðu í gjár.
Anders Fogh Rasmussen vil av øllum alvi vísa veljarunum, at tað nú situr ein nýggjur maður í politiska oddasessinum í Danmark. Politikkurin hjá undanfarnu stjórnini varð vrakaður á valinum 20. november, og nýggja stjórnin fer at leggja eina nýggja kós í flestøllum viðurskiftum. Hesa endurnýggjan vil stjórnin eisini vísa í verki, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og teir tríggjar partarnar í Ríkisfelagsskapinum sum heild.
Støðan, sum undanfarna stjórnin hevði um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, er tí ikki neyðturviliga tann sama støðan, sum nýggja stjórnin hevur.
Sinnað at gera broytingar
Anders Fogh Rasmussen fór ikki í smálutir í setanarrøðuni hjá sær, og tí ber ikki til at siga enn, júst hvussu vit fara at síggja og merkja ein møguligan nýggjan Føroya-politikk. Nýggja stjórnin er eins og gamla stjórnin áhugað í at varðveita Ríkisfelagsskapin, og sigur, at hann skal vera ein felagsskapur millum trý fólk á jøvnum føti, Føroyar Grønland og Danmark.
- Og stjórnin er sinnað til at endurnýggja heimastýrini í einum uppbyggjandi og virðiligum samstarvi við Føroyar og Grønland, legði Anders Fogh Rasmussen afturat.
Hann boðaði frá, at stjórnin hevur ta støðu, at føroyingar avgera sína egnu framtíð sjálvir.
- Tað veri seg, um føroyingar vilja hava fullveldi, ella um teir vilja menna samstarvið innanfyri Ríkisfelagsskapin.
Nøgd við røðuna
Báðir teir nývaldu føroysku fólkatingslimirnir, Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal, vóru hjástaddir í fólkatingssalinum, tá ið Anders Fogh Rasmussen helt setanarrøðuna. Og tey siga seg bæði tvey vera nøgd við boðskapin hjá forsætisráðharranum.
- Hetta eru heilt greitt nýggir tónar, og tað er at fegnast um, sigur Høgni Hoydal, meðan Lisbeth Petersen vísir á, at Anders Fogh Rasmussen tosar um at broyta og menna samstarvið innanfyri Ríkisfelagsskapin, og tað samsvarar við ynskini hjá Sambandsflokkinum.
Samráðingarnar halda fram
Í fyrsta umfari er stjórnin sinnað at halda fram við samráðingunum við landsstýrið um at yvirtaka málsøki í heimastýrislógini og fíggjarligu ábyrgdina av teimum yvirtiknu málsøkjunum. Einki varð sagt um eina møguliga skiftistíð, um føroyingar taka avgerð um at fara út úr Ríkisfelagsskapinum og skipa Føroyar sum fullveldi.
Ein munur millum røðuna hjá Anders Fogh Rasmussen og fleiri av røðunum, sum Poul Nyrup Rasmussen helt, er, at nýggi forsætisráðharrin ikki nevndi nakað ítøkiligt alternativ til at Føroyar fara út úr Ríkisfelagsskapinum. Poul Nyrup Rasmussen vísti í sínum røðum á eina skipan við sjálvstýri innanfyri Ríkisfelagsskapin og hugsaði her helst um sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum.
Anders Fogh Rasmussen valdi í staðin at lata allar dyr standa opnar og vísti bert á, at stjórnin er sinnað at samráðast um tað, sum føroyingar vilja samráðast um - í fyrsta umfari um yvirtøkur eftir heimastýrislógini.
Í morgin fáa føroysku fólkatingslimirnir høvi til at gera viðmerkingar til ætlaða politikkin hjá stjórnini. Høgni Hoydal fer at nýta hetta høvi og vísa á sína støðu um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, men tað er ógreitt, um Lisbeth L. Petersen fer at taka orðið frá fólkatingsins røðarapalli í hesum umfarinum.