EM 24: Sponsk lið hava vunnið 23 av 23 møguligum finalum síðani 2001

Spanska landsliðið og sponsku felagsliðini hava nøkur framúr góð hagtøl í hesari øldini

Síðani 2001 hevur einki spanskt fótbóltslið - hvørki landsliðið ella felagslið - tapt eina finalu móti einum ikki sponskum liði í einari evropeiskari kapping. 

 

Talan er um - við EM-finaluni í Berlin - um 23 finalur, har spanska liðið hevur vunnið hvørja ferð.

 

Talan er um finalur í bæði EM, HM, Champions League og í Europa League.

 

Vunnar finalur í hesari øldini:

 

Sevilla: 6 finalur.

 

Real Madrid: 5 finalur.

 

Spanska landsliðið: 4 finalur.

 

FC Barcelona: 4 finalur.

 

Atletico Madrid: 2 finalur.

 

Villareal: 1 finala

 

Valencia: 1 finala.