ÍF fær ikki bilbukt við víkingarnar

1. DEILD: Fyri sættu ferð á rað fóru víkingarnir í dag av vøllinum við fullari úrtøku

Víkingarnir halda fram í sama sannførandi stíli, sum teir leingi hava havt. Bæði í bestu og næstbestu deildini.

 

Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn aftur um Eiðið við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 3-0.

 

Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast við besta liðið hjá ÍF, so gongur tað illa hjá fuglfirðingum at fáa bilbukt við Víking.

 

Í dag hittust Víkingur og ÍF fyri triðju ferð í ár í landskappingini. Fyrsti dysturin endaði 2-2 í Leirvík. Annar dysturin endaði við 4-3 sigri til víkingarnar í Fuglafirði, og so var tað í dag, at Víkingur aftur tryggjaði sær øll stigini.

 

Tey trý málini hjá Víkingi í fyrra hálvleiki vóru øll skorað síðsta korterið undan steðginum.

 

Hálvur tími var farin, tá ið Rani Hansen fyri 12. ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti Fróði 16 ár, og í dag var hann í sínum 14. dysti í næstbestu deildini fyri fyrstu ferð málskjútti. Ein minutt undan steðginum var tað Fríði Gertsson Jarnskor, sum skoraði, og so var 3-0. Hann hevur nú skorað 12 mál og er saman við Rana Hansen besti málskjútti hjá Víkingi í 1. deild.

 

Fimm minuttir eftir steðgin minkaði Martin Klein Joensen um munin til 3-1, og áðrenn ein tími var farin, var tað Óla Kristian Jacobsen, sum við brotssparki staðfesti trivaliga 4-1 heimasigurin. Martin Klein Joensen er nú ÍF toppskjútti við sjey málum. Hetta var aðru ferð í ár, at Óla Kristian Skála Jacobsen var málskjútti hjá Víkingi.

 

Víkingur er á øðrum plássi við 45 stigum. Tað eru tvey stig fram til B71, sum er topplið.

 

ÍF er á fjórða plássi við 27 stigum.

 

Um eina viku fær ÍF vitjan av B36, og Víkingur fer suður á Sand at spæla toppdyst.