Jógvan Mørkøre
samfelagsfrøðingur
(? og tann, ið vanliga samskipar í Fynd.)
Í greinini lítur hann afturá og kemur til eina margháttliga niðurstøðu, hví ið áramálið fekk so stóran politiskan týdning í politiska kjakinum.
Loyvi mær at endurgeva brotið við tí søguliga bronglinum:
»Tá ið orðaskiftið tók seg upp um ta fyrru fullveldisætlanina hjá landsstýrinum, ta ætlanina, sum tók fyridømi eftir íslendsku loysnini frá 1918, kom eitt í mangar mátar ógrundað áramál fram og varð læst um kjakið sum gjørð um tunnustavir. Í Hvítubók segði ein av útrokningunum, at við fimtan ára skiftistíð bar til at niðurlaga blokkin uttan at henda tilgongd fekk avleiðingar fyri vælferðina ella fylgjur fyri samfelagsbúskapin sum heild. Illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning.«
Grundin til at eg fari eftir hesum brotinum hjá Carl Jóhan Jensen er ikki fyri at skifta orð um, hví spurningurin um longdina á skiftistíðini fekk so stóran politiskan týdning. Tað átti í grundini ikki at undrað nakran við bert einum veti av innliti í føroyskari søgu. Sjálvstýri og danskir pengar hava verið spurningar, ið hava verið óloysiliga bundnir saman, síðani føroyingar takkaðu nei til tilboðið frá Alberti fyri skjótt einari øld síðani. So mikið um hatta í hesum umfari.
Tað, sum fellur mær fyri bróstið í greinini hjá Carl Jóhan Jensen, og fær meg at trýsta á knapparnar, er seinasti setningurin í tí endurgivna: »Illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning«. At meiningakanningar hava fingið týdning í politikki, ætli eg mær heldur ikki at trætast um. Tað vita vit, eisini vit, sum takast við hetta. »Vit« eru tey, sum m.a. eru gingin saman til tess at tryggja, at veljarakanningar verða gjørdar við skili. Talan er um samtakið Fynd, ið fevnir um lærarar við miðnámsskúlarnar og Fróðskaparsetrið. Tað er øllum greitt innan fyri Fynd, at tað fylgir ein stór ábyrgd við at gera veljarakanningar, sum verða brúktar í tí politiska orðaskiftinum og talvinum.
Hvussu tað arbeiðið hevur verið skipað hetta seinasta árið, spurningurin um longdina á skiftistíðini av álvara gjørdist eitt politiskt mál, er skjótt at greiða frá: Tá ið tað var greitt, at landsstýrið fór í samráðing seinasta vár, varð avtala gjørd við størstu føroysku fjølmiðlarnar, Dimmalætting, Sosialurin, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya. Avtalan var í stuttum ein avtala um nær, hvør fjølmiðil skuldi fáa eina kanning. Uppleggið var, at fyrsta kanningin skuldi gerast, tá ið samráðingaruppleggið hjá landsstýrinum var kent; næsta, tá ið vit vistu, hvat ið danska stjórnin hevði at bjóða, og tær tvær seinastu, tá ið avtala møguliga var gjørd og upp undir fólkaatkvøðuna, sum skuldi góðkenna avtaluna. Tær tvær fyrstu kanningarnar vórðu gjørdar eftir hesum leisti, men av tí at tað ikki eydnaðist at fáa eina avtalu við donsku stjórnina, vórðu tær tvær seinastu kanningarnar gjørdar við støði í teimum fastlæstu støðunum hjá pørtunum. Spurningarnir hava tískil verið orðaðir, so veljarin kundi siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum, fekk tað sítt ígjøgnum, og um ætlanina hjá mótpartinum, donsku stjórnini, fekk hon sítt ígjøgnum.
Tá so Carl Jóhan Jensen síðani fær tað til, at »illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning«, so má tað eisini merkja, at væl undirbygdar meiningakanningar høvdu gjørt, at áramálið fimtan ár hevði ikki fingið sama politiska týdningin ? og at mangt kundi verið øðrvísi í fullveldisgongdini! Spurningurin, Carl Jóhan Jensen nú skyldar okkum at svara, gevur seg sjálvt: Hvussu skuldi henda væl undirbygda meiningakanningin verið gjørd?
Sum vera man so hevur tað alstóran týdning, at vit fáa hesa leiðbeining frá Carl Jóhan Jensen, so Fynd ikki aftur eina aðru ferð í berum ósketni kemur til at skumpa søgunnar hjól skeivan veg.