Spyr um mvg-afturbering til svimjihøllina í Runavík

Steffan Abrahamsson Løkin, løgtingsmaður, hevur sett Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, skrivligan fyrispurning um reglurnar fyri mvg-afturbering til kommunal byggjarí.

 

Serliga spyr hann, hví svimjihøllin í Runavík ikki hevur fingið mvg-afturbering, og um skipanin er greið og rættvís.

Løgtingsmaðurin vísir á, at kommunur í summum førum hava fingið mvg-afturbering til byggjarí, meðan aðrar hava fingið avslag, hóast talan tykist vera um líknandi verkætlanir.

Hann biður eisini landsstýrismannin greiða frá, um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið mvg-afturbering í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling, og hvør lógarheimildin í so fall hevur verið.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Steffan Abrahamsson Løkin á, at svimjihøllin í Runavík hevur einasta góðkenda kappingarhyl í Eysturoynni og hevur týdning langt út um kommunumarkið.

Hann vil tí hava greiðu á, um allar kommunur verða viðgjørdar eftir somu treytum.

Meira kann lesast úr fyrispurniginum við at trýsta her