Øssur og Henning fáa helst kjansin

Fótbóltur: Sannlíkt er, at landsliðsvenjarin varðveitir krútsterku miðverjuna og flytir Allan Mørkøre og Pól Thorsteinsson inn á miðvøllin. Øssur Hansen og Henning Jarnskor spæla væntandi við frá byrjan

Tveir av teimum spælarunum, sum hava verið mettir at hoyra heima millum 11 teir fyrstu hjá Allani Simonsen, hava leikbann til dystin móti Litava í dag, og tí verður landsliðsvenjarin noyddur at gera fleiri broytingar á liðnum.

Allan Simonsen (sum ikki longur er uppá tal sum vernjari í Týsklandi) hevur alla sína tíð roynt at hildið seg til teir royndu menninar, sum hann hevur havt tøkar, og tað er mest sum ikki komið fyri, at hann hevur tveitt ein óroyndar menn fyri leyvurnar. Sum oftast hava spælararnir fingið møguleika at snodda til altjóða dystirnar, áðrenn teir eru komnir á liðið. Undantøk tí viðvíkjandi eru til dømis Pól Thorsteinsson og Bartal Eliasen, sum nú er viðaftur á landsliðnum.

Men skaðar og leikbann hava ferð eftir ferð noytt Allan Simonsen at gera fleiri broytingarnar, enn hann helst vildi gjørt, og soleiðis er aftur hesaferð. Tað er neyvan nógv at ivast í, at vóru Sámal Joensen og John Petersen tøkir til dystin í dag, so var tað sama liðið sum byrjaði.

John Petersen hevur spælt nógvar góðar dystir á landsliðnum, og hann hevur havt týðandi leiklut á álopssinnaða miðvøllinum, men móti Estlandi var hansara avrik eitt tað vánaligasta hjá honum á landsliðnum nakrantíð.

Sámal Joensen hevur nógvar dystir verið anonymur á føroyska miðvøllinum, men Allan Simosen setur stóran prís uppá hansara eginleikar at tætta fyri, tá hol koma í á miðvøllinum. Tí er Sámal ikki so nógv við frammi á vøllinum, og hansara fremsta uppgáva er at halda vakt á tí verjukenda miðvøllinum.


Varðveitur krútsterku

miðverjuna

Nú eru bæði Sámal og John burtur, og tí hevur landsliðsvenjarin hugsa nógv um uppstillingina, síðani kroatiski dómarin bríkslaði dystin av leygardagin.

Tveir mans fingu boð um at møta fyri Sámal og John mánadagin, men tað er ósannlíkt, at Bartal Eliasen ella Rógvi Jacobsen byrja í kvøld.

At Allan Simonsen hevur biðið Bartal Eliasen møta fyri ein leikbannaðan miðvallara ma vera tí, at hann hevur hug at nýta ein av vanligu miðverjunum frammi á miðvøllinum. Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson kunnu báðir flytast á miðvøllin, har teir fyrr hava spælt, men tað er rættiliga sannlíkt, at Allan Simonsen heldur fast um krútsterku miðverjuna, sum er mannað við Óla Johannesen, Hans Fróða Hansen og Jens Kristian Hansen.

Tí er tað mest sannlíkt, at tað verður vágbingurin í B36, Pól Thorsteinsson, sum sleppur at royna seg á enn einum nýggjum plássi, og landsliðsvenjarin rósti undan dystinum móti Estlandi Pól fyri, at hann hevur dygdir og eginleikar at spæla á flestu plássunum.

Tað mundi neyvan líkna nakrari álitsváttan til teir tríggjar vinstrabeintu spælararnar, sum sótu á beinkinum undir dystinum móti Estlandi, at Allan Simonsen valdi høgrabeinta Pól Thorsteinsson spæla í vinstru síðu. Pól stóð seg væl í verjupartinum, men vinstra síða manglaði tyngd í álopspartinum.


Henning fær kjansin

Velur landsliðsvenjarin at flyta Pól Thorsteinsson fram á miðvøllin, har hann hevur spælt nógv fyri VB, verður hurðin aftur latin upp fyri einum vinstrabeintum spælara til plássiÐ á vinstra vongverja.

At landsliðsvenjarin setti Øssur Hansen á vøllin móti Estlandi skal takast sum eitt tekin um, at hann framvegis hevur Øssur í huganum til hetta pláss, hóast John Ryan hevur víst góðar taktir, tá hann hevur fingið kjansin á plássinum.

Hitt plássið á miðvøllinum verður eftir øllum at døma manna við Allani Mørkøre, sum í dystinum móti Estlandi gjørdist rættiliga einsamallur og arbeiðsleysur í høgru síðu. Landsliðsvenjarin letur neyvan tveir nýggjar mans manna leysu plássini á miðvøllinum, og tað er ikki honum líkt at geva til dømis Fróða Benjaminsen ella Rógva Jacobsen kjansin frá byrjan

Tí er tað upplagt, at stóri og sterki Allan Mørkøre sleppur at stríðast á sentrala miðvøllinum saman við Julian Johnsson og Pól Thorsteinsson í kvøld. Allan hevur ofta roynt at spæla á hesum plássinum fyrr, og hann hevur eisini slíkar royndir í altjóða fótbólti, at tað er smáting hjá honum at flyta pláss.

Verður Allan Mørkøre fluttur inn á miðvøllin, er líkt til, at Henning Jarnskor, sum mest sum var dottin út av liðnum, aftur sleppur at spæla frá byrjan. Henning var saman við Øssuri Hansen mest royndi skiftisspælarin í dystinum móti Estlandi, og Allan Simonsen leggur dent á royndir, tá hann setir sítt lið saman.


Teir ungu bíða spentir

Uni Arge átti at havt leikbann í dystinum í kvøld, men nógv umrøddur skrivifeilur hevði við sær, at tað í staðin gjørdist Sámal Joensen, sum flyta av Hotel Føroyum, har spælararnir hava búð.

Uni Arge royni at stríðast móti Estlandi, men hann og Toda høvdu allatíðina fleiri verjumenn at stríðast við, og tað gjørdi umstøðurnar rættiligar truplar. Tað er væntandi, at Litava fer at leggja meira fyri fram eftir vøllinum, og tí kundi tað eisini blivið meira pláss til okkara álopsmenn.

Tað er lítið at ivast í, at Todi Jónsson og Uni Arge verða í álopinum í kvøld, hóast Jákup á Borg og kviki Heðin á Lakjuni spentir bíða eftir sínum kjansi.

Í málinum verður Jákup Mikkelsen, sum spældi ein framúr góðan dyst móti Litava seinast, og og miðverjan mannar seg sjálv eftir sera sannførandi avrikið móti Estlandi.

So hóast møguleikarnir eru nógvir at seta liðið saman, fara vit at skjóta uppá, at tað fer at síggja soleiðis út frá byrjan í kvøld: Jákup Mikkelsen ? Henning Jarnskor, Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen ? Allan Mørkøre, Julian Johnsson, Pól Thorsteinsson ? Uni Arge, Todi Jónsson.