Støðan á smábygd er óheppin fyri fólkaræðið. Tað halda tingmenninir fyri Sambandsflokkin, og tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta vallógina, bæði til løgtingsval og til kommunuval.
Í hesum sambandi vilja teir broyta lógina til løgtingsval soleiðis, at á smáum valstøðum, har færri enn 200 veljarar eru, skulu atkvøðurnar verða førdar á eitt valstað við fleiri atkvøðum, og verða taldar upp har.
Og í sambandi við kommunuval, skjóta teir upp, at har fleiri valstøð eru í einari kommunu, skulu atkvøðurnar á valstøðum við færri enn 200 atkvøðum, flytast í eina aðra bygd, soleiðis at minst 200 atkvøður verða taldar saman.
Sambandsflokkurin staðfestir, at tá ið val er, er tað ein meginregla, at tey skulu vera loynilig, so at eingin veit, hvør velur hvønn. Men á summum valstøðum eru so fáir veljarar, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør hevur valt hvønn. Og Sambandsflokkurin sigur, at dømi eru um at fólk ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring av tí sama.
– Í lógini um val til løgtingið stendur, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar. Tað eru bara tríggir veljarar fleiri, enn tað eru flokkar í Løgtinginum. Hetta er ein sera óheppin støða fyri fólkaræðið á smáplássunum, siga tingmenninir fyri Sambandsflokkin.
Og tí skjóta teir eisini upp, at atkvøður á valstøðum við færri enn 200 atkvøðum, skulu ikki teljast fyri seg.