Hondbóltur - menn:
Strandingar vunnu ein knúsandi sigur á Kyndli í útsetta dystinum millum liðini. Dysturin varð leiktur í høllini á Skála mikukvøldið, og líka frá byrjan var tað sólarklárt, at strandingar fóru at vinna. Spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi vera, og hann kundi verið nógv størri enn hann gjørdist.
Livandi múrurin
Tað var stuttligt at vera í høllini á Skála mikukvøldið. Vart tú ? ella royndi at vera ? neutralur áskoðari ella helt tú við StÍF hevði tú ríkiligt at fegnast um, meðan tað helst var minni hugaligt at vera gestur í høllini um hjarta bankaði fyri teimum grønu úr Havn.
Sæð við hondbóltseygum var dysturin eitt greitt tekin um, at landskappingin í ár er farin í tveir ella tríggjar partar, har trý tey ovastu liðini eru í einum flokki fyri seg. Tað sæst kanska best við, at tað eru níggju stig frá StÍF niður til næsta liðið í stigatalvuni, og tað er ? Kyndil.
Nú skal havast í huga, at dysturin varð leiktur á heimavølli hjá strandingum, men tað eigur kortini ikki at bera til, at vinna við so nógvum málum.
Men tað ger tað kortini, og uppskriftin til ein so stóran sigur er ein sera góð verja og ein upp aftur betri málverji. Tað man vera fáur í føroysku landskappingini, sum tekur málmannin hjá strandingum, og sum hann leikti mikukvøldið er eingin sum kemur í nær námind av honum.
Líkamikið hvat áleypararnir hjá Kyndli gjørdu, so var hann har onkusvegna, og tað pilkaði til seinast alt mót úr havnarmonnum.
Serliga eigur Petur Martin Johansen, sum fyri fyrstu ferð í ár, leikti við Kyndli at hava iðra seg bæði grønan og svartan. Hann var púra einsamallur við Marian Cirlojonescu einar fýra fimm ferðir, men tað var so eiðasørt, at hann fekk bóltin fram við rumenanum. Til seinast gav hann skarvin yvir og fór út aftur á beinkin.
Teir ungu í hopla
Var Marian ein knassi í málinum, so var ungi skálamaðurin, Sveinur Justinussen tað so sanniliga í álopinum. Fleiri ferðir vísti hann, hvussu einastandandi góð hondbóltsevnir hann hevur, og hann vísti, at fyri tað at tú ert ungur og tí ikki hevur so stórar royndir, so er einki sum forðar fyri, at tú førir teg fram sum ein gamlan rev.
Sveinur gjørdist toppskjútti hjá strandingum við átta málum, og tá skal havast í huga, at hann als ikki var við teir seinastu tíggju minuttirnar. Tá sat hann uttan fyri við einum trælæri, men tá kundi tað gera tað sama. Sigurin var langt síðani komin til høldar og eingin orsøk var at leggja størri trýst á lærið enn neyðugt.
Eisini hjá Kyndli var tað einum av teimum ungu sum tað glógvaði í. Høgni Klein gjørdi ikki færri enn 11 mál og hann var fyri so vítt tann einasti kyndlaleikarin sum veruliga dugdi at skjóta fram við livandi múrinum hjá strandingum.
Tá hetta er sagt, eiga vit at leggja afturat, at StÍF skifti málverja tá umleið eitt korter var eftir av dystinum. Pól Jákup Poulsen loysti Marian av, og vit kunnu bara staðfesta, at hann stóð seg heilt einastandandi væl. Hann fekk ikki fatur á øllum, men hann stóð ikki nógv aftanfyri Marian.
Í hinum endanum av vøllinum hevði Jóhan Danielsen ein keðiligan dag. Tað kundi næstan gera tað sama, hvat hann gjørdi, tí í allarflestu førum var hann latin upp til sín sjálvs. Tað er frammanundan trupult at vera málverji og tað gerst jú ikki betri av, at verjan svíkir.
Gott at byggja á
Sjálvt um sigurin hjá strandingum gjørdist stórur, sær kanska ikki so heilt vónleyst út hjá Kyndli. Eingin ivi er um, at hetta árið er farið fyri skeytið, men tá hugsað verður um, at fólkið, sum nú leikar á Kyndlaliðnum er ungt, er lítið at ivast í, at vit koma at hoyra nógv meira til hesar menninar í framtíðini.
Eingin skal heldur ivast í, at tað eru nógvir mans í hópinum hjá Kyndli, sum hava góð evnir, men tað var bara ikki teirra dagur í høllini á Skála mikudagin. Soleiðis gongur við hvørt og tað má ein taka við.
Strandingar hava fingið tað teir skulu hava í ár við tað, at teir hava vunnið steypakappingina. Tað er ein klænur møguleiki fyri, at teir fáa silvur, men hann er so klænur, at hann hvørvur, tá hann vendir liðina til.
Vestmenningar hava ikki fingið tað teir ætlaðu sær ? enn. Mikukvøldið fingu teir kortini nakað at hugsa um, tí videomaðurin hjá vestmenningum var í høllini á Skála og hann er komin aftur til Vestmanna við filmi av einum liði, sum spældi serstakliga væl. Um tað kann brúkast til nakað er so ein onnur søga ...
Dysturin í tølum:
StÌF: Sveinur Justinussen 8, Costin Dumitrescu 5 (1), Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 5, André Danielsen 4, Marius Joensen 3 og Jón Rasmussen 3
Kyndil: Høgni Klein 11, Jónleif Sólsker 3 (1), Bárður Johannesen 3, Janus Einar Sørensen 3, Ken Zachariasen 1
Brotskøst: StÍF 2 (1), Kyndil 3 (1)
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 4
Dómarar: Kristian Johansen og Hartvig Joensen