StÍF vil varðveita oddasessin

H71 hevur alt fólkið tókt, tá teir taka ímóti StÍF sunnudagin. StÍF manglar enn Svein Justinussen, men bróðurin Leivur er klárur aftur eftir skaða.

H71 tekur sunnudagin ímóti StÍF í høllini í Hoyvík. StÍF liggur á odda í Atlantic Airways deildini við trimum stigum, meðan H71 hevur tvey stig.
H71 hevur síðani síðsta kappingarár verið fyri stórum broytingum. Nógvar av berandi kreftunum eru givnar, og tískil hava nógvir av ungu leikarunum hjá felagnum fingið møguleikan á besta liðnum. Teir hava spælt væl higartil, og málverjin, Levi Nybo sigur, at H71 fer út til hvønn dyst at spæla teirra spæl. Hann metir tó, at dysturin ímóti StÍF ikki verður nakar lættur dystur.
 - Vit hava nógvar ungar leikarar, og tí kunnu vit bara royna at spæla okkara spæl. Vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber. Dysturin ímóti StÍF verður ikki lættur, og um vit skulu vinna, so mugu vit heilt víst betra um verjuna.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leivur klárur aftur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Hoyvíkingar hava allar mans tøkar til dystin sunnudagin, men so væl stendur ikki til hjá StÍF. Ter mangla enn Svein Justinusen, sum eftir øllum at døma missir størsta partin av kappingarárinum. Bent Djurhuus hevur heldur ikki vant í vikuni, men hann verður væntandi við sunnudagin. Leivur Justinusen hevur tó vant í vikuni, og vit frætta av Skála, at hann verður partur av hópinum ímóti H71 sunnudagin.
Av Skála siga teir harafturat, at teir ætla at halda fast um góða gongdina, og tí ætla teir sær ein sigur í Hoyvík sunnudagin.