Stígur í hjá føroyingum í Klaksvík International

Føroysku telvararnir Heini Olsen, Martin Poulsen og Olaf Berg taptu allir síni talv, tá 3. umfar í Klaksvík International varð telvað seinnapartin

Talv

Jógvan Joensen

jogvan@kallnet.fo

 

Triðji stórmeistarin upp í slag gjørdist ov stórur biti hjá Heina Olsen, sum við svarta fólkinum tapti á svenska stórmeistaranum GM Ralf Åkesson. Talvið gjørdist rættiliga trupult hjá báðum pørtum og tíðin gekk av álvara undan hjá Heina, sum tíverri snávaði í avgerðandi løtunum, hóast møguleikar avgjørt vóru til meira.

Martin Poulsen kom við svarta fólkinum, at standa í undirkantinum rættiliga tíðliga í talvinum og danin IM Esben Lund telvdi trygt sigurin til høldar. Hinvegin gav Olaf Berg altjóða meistaranum IM S. Tapani munadygga mótstøðu, sjálvt um tað sýntist sum um, at finnin støðugt hevði kontrol á støðuni og sigraði tá avtornaði.

 

Úrslitini seinnapartin:

GM M. Grabarzyk – GM G. Jones 0-1

GM R. Åkesson – FM Heini Olsen 1-0

IM E. Lund – Martin Poulsen 1-0

Olaf Berg – IM S. Tapani 0-1

GM S. Sulskis – FM D. Semcesen 1-0

 

Stórmeistarin Sarunas Sulskis, sum er styrkismettur ovast í kappingini er á odda við fullum stigatali. Sulskis telvar sera orkufrekt og undirhaldandi og gerst alsamt greiðari favorittur at vinna kappingina.

Talvini eru at finna á heimasíðu Talvsambandsins: www.faroechess.com