Stór minking í klædnasølu

Sølan av klæðum og fótbúnaði í Føroyum minkaði við 10 prosentum fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Tað boðar Hagstovan frá í dag, nú hon hevur gjørt upp umsetingin fyri smásølu fyri fyrsta ársfjórðing í ár.

Uttan iva hava koronutiltøkini, sum vórðu sett í verk um hálvan mars, havt sína ávirkan, metir Hagstovan.

– Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er mongdin av seldum vørum í hesum vørubólki 12 prosent minni 1. ársfjórðing í ár samanborið við 1. ársfjórðing í fjør.

Av tí at uppgerðin einans fevnir um tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í árinum, altso, januar, februar og mars, so er væl hugsandi, at tølini verða øðrvísi, tá annar ársfjórðingur skal gerast upp, tí koronutiltøkini komu ikki í gildi, fyrr enn fyrsti ársfjórðingur næstan var av.

 Umsetningurin fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir hinvegin ein vøkstur á 12 prosent frá fyrsta ársfjórðingi 2019 til fyrsta ársfjórðing í ár. Prísir á hesum vørum eru øktir í miðal 2,6 prosent og umroknað til mongdir hevur vøksturin verið 9 prosent.