Stórfeløgini kappast einsamøll

Johan Byrial Hansen og liðfelagarnir smoygdu sær sunnudagin upp um niðurflytingarstrikuna, meðan tað sær svart út hjá SønderjyskE

SUPERLIGAN

Danska landskappingin fór sunnudagin í vetrarfrí. Hósdagin og sunnudagin skulu nøkur av feløgunum spæla í Royalu liguni, og so verður friður inntil eina ferð í vár. Fyrsta umfarið í landskappingini eftir vetrarsteðgin verður á Grækarismessu.
Í vikuskiftinum styrktu tey bæði oddaliðini FCK og Brøndby um sína støðu. Eingin ivi er um, at tað verður annað hetta liðið, sum fer at vinna DM. Spurningurin er bara, um tað fer at eydnast Brøndby í vár at fáa FCK aftur. Fjarstøðan í vetrarsteðginum er fýra stig. Tjúgu umfør eru avgreidd, og Brøndby hevur møguleika at taka munin fram til FCK innaftur í ellivu umførum í vár.
Viborg er framvegis á triðja plássi. Hesa ferð høvdu teir møguleika at taka seg inn á oddaliðið, men teir taptu 3-1 í Parkini. Dysturin var merkisverdur á tann hátt, at gamli álopsfelagin hjá Toda Jónsson, Peter Møller, segði superliguni farvæl. Peter Møller er tann, sum hevur skorað flest mál í superliguni, síðani hon sá dagsins ljós í 1992. Umframt í FCK hevur hann eisini umboðað Brøndby og AaB í donskum fótbólti. Eisini hevur hann spælt í PSV í Hollandi og Oviedo í Spania. Nú skal Peter Møller royna seg sum tíðindamaður í DR sjónvarpinum.
Brøndby var á útivølli í Farum. Í ellivu royndum hevur tað ikki eydnast FCN at vinna á Brøndby, og tað gjørdu teir heldur ikki hesa ferð. Brøndby vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður.
Esbjerg er so spakuliga við at koma seg, eftir at tað leingi gekk syndarliga illa. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Haderslev. SønderjyskE er á tólvta og aftasta plássinum. Teir løgdu seg á odda, men Esbjerg, sum segði farvæl við sera væl umtókta venjaran Ove Pedersen, vann 3-1.
Ove Pedersen skal nú royna seg í AGF, og har verður uppgávan ivaleysa stór. Takið verður í fyrstu atløgu at fáa stórfelagið burtur av niðurflytingarplássinum, sum AGF nú er á.
Sunnudagin var AGF í Horsens, har jysku grannarnir telvaðust um at sleppa upp um keðiligu strikuna. Johan Byrial Hansen var á sínum fasta plássi í Horsens verjuni, og tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna 2-1. Einki er at siga til, at lagið var gott í Horsens. Hetta var fyrsti heimasigurin í hesum kappingarárinum, og í Horsens eru teir sera væl nøgdir við, at tað hevur eydnast teimum at halda sær omanfyri strikuna. Málið er í fyrstu royndini í superliguni at sleppa undan at flyta niður aftur.
Hjá AaB hevur tað gingið væl seinastu tíðina, eftir at tað nógvu tey fyrstu umførini var sera soltið. Hesa ferð vann AaB 4-1 í Silkeborg. Nú hevur felagið hjá Súna Olsen rokkið fimta plássinum. Teir eru fýra stig frá fjórða plássinum, sum ber atgongd til Royalu kappingina við sær. AaB luttekur í tí kappingini í ár. Hósdagin skulu teir spæla á útivølli í Gøteborg.
OB vann leygardagin 2-1 í Herning. Sigurin ber við sær, at OB heldur tørn um fjórða plássið. Hjá FCM stendur verri til. Í Danmark verður mett, at venjarin hjá teimum, Erik Rasmussen, er fremsta evni at fáa sekkin í vetrarsteðginum. Tað var hann, sum eina ferð í summar ikki helt nakað serligt um B36, sum hevði staðið seg so væl móti FCM.