Stórfingið og væleydnað hátíðarhald

Tað stóra hátíðarhaldið fyri at 1000 ár eru liðin, síðani Føroyar vóru kristnaðar, eydnaðist væl, og er aftur eitt dømi um, at tað eru grundleggjandi virði, sum binda saman føroysku tjóðia

 

Tað var sannur hátíðardámur til fagnaðarguðstænstuna í Havnar Kirkju, har Margreta drotning, Heindrikkur prinsur, danski kirkjumálaráðharrin og norðurlendskir biskuppar vóru ti steðar saman við umboðum fyri fleiri kristiligar samkomur og kirkjur..

Hetta er aftur eitt dømi, at vit øll eru runnin av norrønari rót, og at vit enn hava tætt samstarv og at sambandið enn er gott, hóast vit onkuntíð finnast at íslendingum fyri at reka ov langt vestur á og í tí viðfangi gloyma norrønu rótina, málsliga og mentanarliga.


Harafturat skal takast fram, at mentanarligu tiltøkini eydnaðust væl.

Kvøldsetan í Norðurlandahúsinum hvítusunnuaftan vísti, at føroyingar eiga skapandi kreftir bæði til álvara og gaman, og at hesar kreftir væl kunnu samskipast í eitt slíkt føroyskt kvøld við sangi, framførslum og upplestri. Fyrireikararnir komu væl frá tiltakinum og í Útvarpinum tóktsit ljóða, at lagið var gott og fagnaðurin var stórur.


Tað var eisini ein stór uppliving at hoyra Jesus og Makedonararn í nýggjum sniði - nú gjørt til symfoniorkestur - og við frálíkum føroyskum og útlendskum røddum. Taðer at vóna, at vit kunnu fáa eina slíka upptøku á fløðu, tí hesin tónleikur og sangur smæðist ikki burtur ímillum tað stóra í hinum Norðurlondunum.


At so hátíðarhaldið eisini fekk eina dimensjón upp í við deknaguðstænastuni og drotningavitjanini í Fugloy var áhugavert og stuttligt. Tað er jú deknaguðstænastan, sum hevur verið tann fasti tátturin í øllum smáplássunum, og hon eigur av røttum sín lut í kristnu mentanini her á landi. Áhugavert var at hoyra og a síggja, hvussu fugloyingar tóku ímóti Margretu drotning.


Spell, at tvídrátturin innan føroysku fólkakirkjuna skuldi kasta ein skugga yvir hátíðarhaldið, men hinvegin kunnu vit nú fegnast um, at meiri enn 800 fók vóru og lýddi á danska biskuppin í Kristianskirkjuni annan hvítusunnudag.


Hesa stórhending kunnu vit taka sum prógv um, at vit føroyingar vilja hava eina sanna og fría fólkakirkju, sum fundamental og sjálvrættvís hugsan ikki bítur á.


Samanumtikið eitt væl eydnað hátíðarhald, sum allir føroyingar kunnu fegnast um.