Fyrrapartin í dag setti eitt Boeing 737-800 flogfar hjá flogfelagnum, Transavia, í Niðurlondum, seg á flogvøllin í Vágum.
Flogfarið er 39 metur langt og 35 metur breitt og Jákup Sverri Kass, flogvøllarstjóri, sigur við heimasíðuna hjá flogvøllinum, at hetta er størsta flogfar, ið nakrantíð hevur verið í Vágum
Flogfarið, ið tekur 189 ferðafólk kemur Køln í Týsklandi við 80 ferðafólkum, sum skulu ferðast í Føroyum til leygardagin, tá ið tey flúgva aftur til Týsklands.
Transavia er eitt stórt lágprísfelag við høvuðssæti í Niðurlondum. Tað er dótturfelag hjá risastóra flogfelagnum, Air France-KLM.
Jákup Sveri Kass sigur, at talið á leiguflogførum til og frá Føroyum hevur verið veksandi seinastu árini og tað fegnast hann um, tí so kann vøllurin standa sína roynd.