Føroyska Íslandsrossafelagið hevur hátíðarhildið ein stóran dag. Tað var, nú fýra føroyingar fingu prógv sum nationaldómari og ein fekk prógv sum klubbdómari. Felagið sigur, at hetta eru fyrstu dómaraprógvini, sum eru handað í Føroyum og tað er eitt stórt framstig fyri ríðing í Føroyum.
- At so nógvir dómarar stóðu próvtøkuna, ger, at FM 2 kappingin kundi verða skrásett í altjóða FEIF world ranking. Hetta merkir í stuttum, at eisini kappingarnar í Havnardali eru nú í altjóða høpi og hesuferð eydnaðist tað 11 ríðarum at koma á world ranking listan.
Annars vóru finaluvinnararnir:
A Finala V1 Fjórgongd Vaksin: Nr. 1 Jaspur Svabo Jørgensen / Straumur frá Kirkjubæ 6,233, nr. 2 Annika á Heygum / Vorboði frá Akursgerði 6,133 og nr. 3 Leif Berg / Spegill frá Hodsager 5,93.
A Finala T1 Tølt Vaksin: Nr. 1 Óluva á Lofti / Huginn frá Útnyrðingsstöðum 6,44, nr. 2 Gunnar Justinussen / Þokkabót frá Bjarnanesi 6,06 og nr. 3 3 Lisa Johansen / Sprettur frá Hveragerði 5,89.
T2 Finala: Nr 1 Gunnar G/ Skilir 5,04, nr. 2 Jacklin/ Garpur 4,92 og nr. 3 Regin/ Syrpa 4,79.
F1 Finala Fimmgongd vaksin: Nr.1 Heri/ Höttur 5,76, nr. 2 Gunnar/ Geronimo 4,55 og nr. 3 Jacklin/ Freia 3,95.
V5 Finala Fjórgongd Unglingar: Nr. 1 Lisa/ Sprettur 6,00, nr. 2 Hildur/ Verandi 5,37 og nr. 3 Kristian/ Embla 5,27.
V5 Finala, Børn: Nr 1 Birita/ Bjalli 5,17, nr. 2 Maria/ Lagsi 4,58 og nr. 3 Rigmor/Garpur 4,54.
V5 Opin Finala Flokkur: Nr. 1 Bryndis/ Strokkur 5,58, nr. 2 Sofía/ Von 5,54 og nr.
3 Rebekka/ Barði 5,33.
Á myndini eru tað frá vinstu: Anna Maria Joensen og so nýggju dómararnir: Gunrid á Plógv, Nina Brockie, Napoleon Joensen, Heri Djurhuus Dahl, Regin Johannessen, Pia Hansen FEIF dómari og Thorgeir Guðlaugsson FEIF dómari.