Stórt skrædl í Skotlandi

Triði dysturin á útivølli í eina viku endaði við trivaligum 4-0 tapi í Skotlandi, har føroyingarnir ikki megnaðu at umseta góðar møguleikar at skjóta mál

So er rundferðin í HM undankappingini hjá landsliðnum í fótbólti av á hesum sinni. Hon endaði við trivaligum 4-0 tapi á Hampden Park í Glasgow. Hálvleiksstøðan var 1-0. Seks minuttir eftir steðgin var 2-0. Í báðum førum og eisini, tá ið tað varð skorað til 4-0, var tað vongverjin í vinstru, Kieran Tierney úr Arsenal, sum átti innleggini.

Føroyska liðið var ikki nakað serligt broytt sammett við, sum tað sá út í Moldova síðsta hóskvøld og sunnukvøldið í Eysturríki. Tað sást á spælarunum, sum kendust vera ikki frítt troyttir av nógvu ferðingini og triðja dystinum í eina lítla viku, og mistøkini í verjuspælinum vórðu ógvuliga kostnaðarmikil.

Men tá ið tað verður lagt saman og drigið frá, so fer hesin dysturin eisini at verða minstur fyri, at føroyska liðið ikki tók av, tá ið tað eydnaðist at vinna góðar málmøguleikar.

Í fyrra hálvleiki var Meinhard E. Olsen púra leysur í høgru, tá ið tað framvegis var málleyst, men hann var óheppin við temjingini, og so endaði tað við skotskum málsparki, og so royndi Brandur Hendriksson Olsen seg við fínum langskoti, sum málverjin akkurát bjargaði til horna, og so var 1-0 eftir fyrra hálvleik.

Tá ið støðan var 2-0, høvdu føroyingarnir tríggjar heilt góðar støður, men í øllum førunum hevði Jóan Símun Edmundsson ikki marginalirnar við sær.

Síðstu løtuna vóru fimm spælarar skiftir inn á føroyska liðið, og tá var um reppið, at innskifti Patrik Johannesen eftir innlegg úr vinstru skoraði við góðum stútara, men tað varð bjargað til horna.

Nú fyrireikar landsliðið seg at flúgva heim til Føroya at sita í sóttarhaldi og spenna frá í væl uppibornari páskafrí, sum, hvat dystum viðvíkur, verður heilt fram til annan sunnudag.

Næsta tørnið hjá landsliðnum verður á heimavølli. Fimm teir næstu dystirnir í HM undankappingina vera á heimavølli – 1. september ímóti Ísrael, 4. september ímóti Danmark, 7. september ímóti Moldova, 9. oktober ímóti Eysturrík og 12. oktober ímóti Skotlandi.

Sum fyrireiking til hesar dystirnar vera vinardystir á heimavølli í juni ímóti Íslandi (4. juni) og Liktinstein (7. juni).

 

Skotland - Føroyar 4-0  (1-0)

HM undankappingardystur á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars 2021 kl. 19.45.

Dómarabólkur av Malta: Trustin Farrugia Cann, Luke Portelli, Roberto Vella og Ishmael Barbara (4. dómari)

1-0: John McGinn 7.

2-0: John McGinn 53.

3-0: Ché Adams 60.

4-0: Ryan Fraser 70.

Skotland: Craig Gordon – Grant Hanley, Scott McTominay, Kieran Tierney (Scott McKenna, 79.) – Ryan Fraser (Liam Palmer, 79.), Kenny McLean, Callum McGregor (John Fleck, 73.), John McGinn, Andy Robertson – Lyndon Dykes (Kevin Nisbet, 68.), Ché Adams (Oliver McBurnie, 73.)

Gult kort: Kevin Nisbet

Venjari: Steve Clarke

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad (Rógvi Baldvinsson, 76.), Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar (Klæmint A. Olsen, 69.), Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen (Patrik Johannesen, 69.), Brandur Hendriksson Olsen – Jóan Símun Edmundsson (Heini Vatnsdal. 76.), Meinhard E. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 58.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Jóannes K. Danielsen, Petur Knudsen, Jóannes Bjartalíð, Dan í Soylu, Tróndur Jensen

Gult kort: Jóan Símun Edmundsson

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze