Stórur áhugi fyri fiski frá West Freezer

Tað nýggja línuskipið hjá miðvingum fór fyrsta túrin til fiskiskap mikukvøldið

Eftir at hava ligið á Miðvági síðani leygardagin, fór nýggja frystilínuskipið West Freezer til fiskiskap mikukvøldið.

Ætlanin var at fara longu mánakvøldið, men Tummas Jacob á Løgmansbø, reiðari, sigur, at tað tók longri tíð enn upprunaliga ætlað at gera tær ábøtur, sum skipasýnið kravdi, so hann slapp ikki til fiskiskap fyrrenn mikukvøldið.

Hann sigur, at teir fóru vestureftir at royna.


Spentur uppá royndina

Reiðarin dylir ikki fyri, at hann er spentur uppá hesa royndina.

Hann sigur, at teir hava sent fiskakeyparum kring landið kunningarskriv um ætlanina við skipinum.

Har verður greitt frá, hvussu fiskurin verður hagreiddur umborð, hvussu hann verður skildur í støddir, hvussu hann verður frystur og, hvussu nógv blokkarnir viga.

Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at toskurin verður skildur í fýra støddir og hýsan í tvær.

Umframt fiskin, er ætlanin eisini at frysta livur og rogn. Somuleiðis verður arbeitt við at fáa maskinu umborð, sum sker kjálkar og lippur.


Stórur áhugi

Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at tað vísur seg at vera sera stórur áhugi fyri hesi royndini.

Hann sigur, at heilt nógvir fiskakeyparar hava svarað aftur og boðað frá, at teir eru hugaðir at keypa fiskin frá West Freezer.

? Vit kunnu tryggja fiskakeyparum fisk av allarbestu dygd og tað hava teir tikið væl ímóti.

Hann sigur, at tað eru fiskakeyparar um alt landið, sum hava víst sín áhuga, bæði stórir og smáir.

? Summir teirra hava boðað frá, at tað er júst einum møguleika, sum hesum, at teir hava bíðað eftir.

Hann sigur, at vónandi fer hesin áhugi at síggjast aftur í prísinum, sum fiskakeyparar eru sinnaðir at betala fyri fiskin.

Í Noregi gongur fiskurin frá frystilínuskipum, sum hesum, í sera góðum prísi, teir fáa upp til 25-26 danskar krónur fyri kilo av tí stóra toskinum.

? Tað, vit hava fingið at vita frá føroyskum fiskakeyparum, er, at teir kunnu bjóða prís, um er fult áhædd við tann, sum norðmenn hava keypt fiskin fyri.

Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at av tí at frysturin verður skildur í støddir, kunnu fiskakeyparar bjóða uppá akkurát tað støddina, sum teir hava brúk fyri.

Tað skuldi givið teimum møguleika at bjóða hægri prís, enn teir annars høvdu kunnað, um teir høvdu verið noyddir at keypt alla lastina.

West Freezer ætlaði eisini at bóða fiskakeyparum ta tænastuna, at teir skundu sigla runt til fiskakeyparar við tí partinum av lastini, hvør hevði keypt.

Í Noregi er tað ikki óvanligt at frystilínubátarnir sigla runt á tvey, trý pláss at avreiða ymsar støddir og ymisk fiskalsøg til teir ymsu keypararnar.

Men nú hava teir fingið tilboð um at leggja allan fiskin uppá á eina frystigoymslu í Føroyum.

Haðani er so ætlanin at senda fiskin runt til teir ymsu keypararnar í smáum, so hvørt teir keypa.

Hann vil ikki siga, hvørja frystigoymslu, talan er um.

Hetta er eitt tilboð, sum reiðarin umhugsar, tí tað hevði spart skipinum ein hóp av tíð, og tað hevur stóran týdning.

Samstundis fáa fiskakeyparar flutningsstuðul at at flyta fiskin til virkingar.

Enn eru tað ikki nógv virki, sum eru útgjørd at taka ímóti frystum fiski.

Men Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at tað hevur ikki serliga nógv uppá seg at tiðna fiskin til virkingar.

Talan er heldur ikki um serliga stóra íløgu, leggur hann afturat.