Støðugt fleiri danir venda evruni bakið

Nógvir danir eru ímóti at brúka evruna ístaðin fyri krónuna, og sambært einari nýggjari meiningakanning hevur mótstøðan ímóti felags evropeiska gjaldoyranum ongantíð verið so stór sum nú.

Í kanningini, sum Rambøll hevur gjørt, svara 48,3 prosent, at tey vilja ikki hava evruna, meðan góð 45 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri, um spurningurin var til fólkaatkvøðu nú.

Í einari tilsvarandi kanning fyri einum ári síðani vóru góð 46 prosent fyri evruni, og í 2003 vóru bara umleið 30 prosent ímóti.

Ein orsøk til ta veksandi donsku mótstøðuna er, at flestu danir vilja varðveita avgerðarrættin í gjaldoyramálum. Harafturat vísa meiri enn 15 prosent av teimum spurdu á, at fíggjarkreppan hevur avdúkað veikleikar í tí evropeiska gjaldoyrasamstarvinum.