STAÐFEST: Hellas Verona og Andrias hava gjørt sáttmála

Sosialu miðlarnir hjá Hellas Verona hava almannakunngjørt hetta

Mynd: Hellas Verona

Mest slóðbrótandi leikaraskiftið hjá føroyskum fótbóltsleikara nakrantíð er staðfest.

 

Hellas Verona í bestu italsku deildini hevur júst kunngjørt á sínum sosialu miðlum, at føroyski verjuskansin, Andrias Edmundsson fer at spæla við liðnum komandi árini.

 

Andrias skiftir frá oddaliðnum í bestu pólsku fótbóltsdeildini, Wisla Plock. Andrias var við til at vinna liðnum uppflyting til bestu deildina í farna kappingarári. 

 

Hellas Verona er í løtuni aftast í bestu italsku deildini, Seriu A við 14 stigum fyri 23 dystir. Teir hava fýra stig upp til Lecce, ið er á fjórðaftasta plássinum. Liðið hevur latið 41 mál inn í 23 dystum, og tí hevur felagið leitað eftir styrki til verjuna. 

 

Talan er um ein fýra ára sáttmála.

 

Í dag hevur felagið eisini kunngjørt, at høvuðsvenjarin, Paolo Zanetti fær sekkin. So hetta er í einari turbolentari tíð Andrias gerst partur av liðnum.

 

Leikvøllurin Stadio Marc'Antonio Bentegodi tekur 39.211 áskoðarar. 

 

Í 1985 vann Hellas Verona við donsku áleypslegenduni, Preben Elkjær á liðnum sensasjónelt italska meistaraheitið. Í 1957, 1982 og í 1999 vann Hellas Verona næstbestu deildina, Seriu B.

 

Tað búgva 255.000 fólk í Verona, ið liggur í norðara partinum av landinum. 

 

Komandi leygardag klokkan 19.45 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti Pisa, ið eins og Hellas Verona hevur 14 stig. 

 

##med2##

 

Mynd: Hellas Verona