Standardtýðing

KT-Forum mælir tí til at umseta standardin, sum skal brúkast sum grundarlag undir kt-trygdini hjá landinum

KT-Forum mælir til at ISO 17799 standardurin verður brúktur sum grundalag undir kt-trygdini hjá landinum.
Upprunamáli í hesum standardi er enskt, men tað dugir ikki.
Standardurin er eisini týddur til eitt nú danskt og norskt, men tað er heldur ikki nóg gott.
KT-forum heldur tað vera umráðandi, at føroyingar fáa felags heiti fyri ymisku hugtøkunum viðvíkjandi kt-trygd.
? Fara vit at brúka ymiskar útlendskar standardar verða heitini óumberiliga fløkt saman.
KT-Forum mælir tí til at umseta standardin, og stig eru tikin til at útvega rættindini til at umseta og geva hann út á føroyskum.
? Standardurin verður endur-skoðaður, og nýggj útgáva kann væntast seint í 2004. Sum skilst verður bygnaðurin í standardinum broyttur munandi. Samanumtikið talar hetta fyri ikki at umseta verandi útgávuna, men at bíða eftir komandi útgávu, heldur KT-Forum.
Sum fyribils loysn verður í staðin arbeitt við at gera ein orðalista við mest vanligu hugtøkunum.