Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar ætlar nú at fríðka økið eystanfyri høvuðsinngongina til svimjihøllina í Havn.
Tað ætlar býráðið at gera við eini standmynd, sum ein av okkara fremstu myndahøggarum, Hans Pauli Olsen, skal gera.
Og tað er ikki hissini standmynd, tí hon er næstan fimm metrar høg.
Standmyndin hevur longu fingið heitið "kavarin"
Tiltakið kostar 850.000 krónur og tað hevur býráðið samtykt at fíggja tey næstu trý árini.
Fleiri grundstykki í Kollafirði
Tórshavnar arbeiðir nú eisini við eini ætlan um at útvega fleiri grundstykki í Kollafirði
Kollfjarðarnevndin hevur víst á, at tørvur er á einum 30 sethúsastykkjum í Kollafirði, men hon heitir samstundis á kommununa um at útvega áleið 50 sethúsastykki í Kollafirði.
Í fyrstu syftu arbeiðis býráðið við eini ætlan um at útvega 22 grundstykki fyri at nøkta tann bráðneyðuga tørvin.
Tilsamans eru hesi grundstykkini í smærri útstykkingum oman fyri Lygnnes, Undir Homrum og við Kjalnes.
Men framyvir skal eisiniarbeiðast við at útvega fleiri grundstykki norðuri í Sundunum.