Starmer lýsir sín stuðul til Mette Frederiksen og Grønland

Framtíðin hjá Grønlandi er upp til Grønland og Danmark, sigur bretski forsætisráðharrin við fjølmiðlarnar.

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, stuðlar Grønlandi. (Ssbndmynd). - Mynd: Phil Noble

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, leggur seg upp í røðina av evropeisku leiðarunum, sum stuðla Grønlandi eftir seinastu útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

– Lat meg vera sera greiðan um Grønland, framtíðin hjá Grønlandi er upp til Grønland og danska kongaríkið, sigur Starmer við miðilin Sky News.

Forsætisráðharrin leggur eisini afturat, at hann "stendur saman við henni" (Mette Frederiksen, ritstj.), tá hann verður spurdur um útsagnirnar hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, um, at Trump skal lata vera við at hótta Grønland.

Útsøgnirnar koma eftir nýggjar hóttanir um vikuskiftið frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at yvirtaka Grønland.

Mánanáttina noktaði Trump eisini at svara, um hann væntar at taka tiltøk ímóti Grønlandi.

Umborð á forsetaflogfarinum Air Force One varð Trump spurdur av einum tíðindafólki, um hann væntaði at "take action" móti Grønlandi.

– Vit fara at stúra fyri Grønlandi um góðar tveir mánaðir. Latið okkum tosa um Grønland um 20 dagar, segði Trump.

Tað er ikki greitt, hví Trump nevnir júst hesar dagfestingar.

ES-nevndin hevur eisini lagt dent á sín stuðul til Grønland.

Tað upplýsti ein talskvinna fyri ES-nevndina, Anitta Hipper, mánadagin.

– Vit hava gjørt okkara støðu sera greiða. ES fer framhaldandi at halda fast um meginreglurnar um nationalan suverenitet, territorialan integritet, at virða landamørk og ST-sáttmálan, segði hon.

Sunnudagin legði Mette Frederiksen aftur dent á, at danska kongaríkið - og harvið Grønland - er partur av NATO og harvið fevnt av trygdarváttanini hjá samgonguni.

Samstundis "heitti hon harðliga á USA um at steðga hóttanunum móti einum søguliga tættum sameindum og móti einum øðrum landi og einum øðrum fólki, sum hava gjørt tað sera greitt, at tey ikki eru til sølu".

 

/Ritzau/

 

 

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, stuðlar Grønlandi. (Ssbndmynd). - Mynd: Phil Noble