Start á stórskíggja

Felagið hjá Toda Jónsson byggir nýggjan leikvøll í Kristiansand, og felagið hevur nú keypt tveir risastór sjónvarpsskíggja fyri átta milliónir norskar krónur.
 Um skíggjarnir verða klárir at taka í brúk í 2007, tá ið leikvøllurin er liðugt, er ikki vist, men vit ætla at raðfesta stórskíggjarnar høgt í okkara íløgum, sigur Ernst Ravnaas, høvuðsmaður í byggingini, við norska blaðið Fedrelandsvennen.
Byggingin av nýggja leikvøllinum hjá Start byrjaði fyri einum mánaði síðani, og ætlanin er at gera tað mesta og mest modernaða stadionið í norðurlondum.