Stevna í Odense

Sokallaðu ”marsdagarnir” í Odense eru um at gerast fastur táttur í útisetalívinum á flatlondum. 3. og 4. mars bjóða vit aftur til stevnu á Kratholmskolen, sigur Árni Helmsdal í Odense


Í ár savnast vit undir orðunum: Eg varð glaður, táið sagt varð við meg: ”Vit skulu fara í hús Harrans”.
 
Vit vænta at fólk koma bæði úr ymsum heraðshornum av vanliga kortinum og av tí kirkjuliga. Stigtakararnir koma úr 4-5 ymsum kirkjum. Vónandi gleða fólk seg til at koma til Odense, og vónandi kunnu vit eisini stimbra eitt sindur til, at fólk gleða seg til at fara í hús Harrans, har tey búgva.
 
Eitt av høvuðsendamálunum við stevnuni er, at tað ikki skal gangast sum hjá hinum dananum sum ”gik til møde men mødte ingen”. Vit ætla sostatt ikki at leggja nakra tunga fundarskrá, men eisini geva stundir til ”prát og spák”, tí hetta er kanska einasta høvi hjá mongum eystan- og vestaneftir at hittast á okkara ”Checkpoint Charlie”.
 
Hesaferð royna vit eisini at fáa eina løtu við fosturlandssangi.
 
Stevnan verður 3. og 4. mars á Kratholmskolen, Byghøjvej 27, 5250 Odense SV. Sigið mær frá í seinasta lagi 17. februar á 65961373, 30251373 ella á arnihelm@post.tele.dk.