Steypafinalan var mest dramatiski dysturin í 2018 (FM1)

(FM1) Hoyr eina sending við hæddarpunktum og prátum frá farna kappingárinum og landsliðsárinum

Millum klokkan 16 og 17 var litið aftur á farna árið í fótbólti á FM1.

 

Litið var aftur á farna kappingarárið í betrideildini hjá monnum, steypafinaluna, Nations League dystirnar á heimavølli, og góðu avrikini hjá B36 og KÍ í Europa League undankappingini.

 

Tróndur Arge heldur, at mest dramatiski og serligi fótbóltsdysturin í 2018 var steypafinalan hjá monnum, har tað eydnaðist B36 við níggju monnum at vinna á HB. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prát og hæddarpunkt frá fótbóltsárinum 2018.