Eftir dystarlok á Dungasandi í Sørvági í kvøld, har 07 Vestur vann 4-2 ímóti EB/Streymi, tá ið punktum varð sett fyri triðja umfar, varð lutakast í steypakappingini.
Í Televarpinum bar til at fylgja við, tá ið funnið varð fram til, hvør fer at spæla ímóti hvørjum í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
Royn og MB luttaka ikki í steypakappingini. Tí vann eitt felag seg beinleiðis í fjórðingsfinaluna, og tað var NSÍ.
Í fyrsta umfari verður stórdysturin, tá ið steypavinnararnir frá í fjør, HB, fara til Klaksvíkar at spæla ímóti trífalda meistaraliðnum KÍ, sum síðstu árini er varpað úr steypakappingini longu í fyrsta umfari.
EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur, sum í kvøld vann 4-2 í landskappingini ímóti EB/Streymi, og talan verður um uppgerð millum lið í 1. deild, tá ið B71 fær vitjan av AB, og talan verður um grannauppgerð og uppgerð millum tvey feløg í næstbestu deildini, tá ið FC Suðuroy fær vitjan av TB.
B36 og Víkingur vera stórfavorittar ímóti ávikavíst Skála og FC Hoyvík, og so verður oyggjauppgerð á Svangaskarði, tá ið B68 fær vitjan av ÍF.
Í morgin verður greitt, nær einstøku dystirnir vera spældir. Teir eru ásettir at vera seinni í mánaðinum.
1.umfar
B36 – Skála
FC Suðuroy – TB
B68 – ÍF
EB/Streymur – 07 Vestur
B71 – AB
KÍ – HB
FC Hoyvík – Víkingur
Fjórðingsfinalur
NSÍ