Stjórar tora ikki at steðga starvsfólkum

Fólk brúka internetið til privat endamál í miðal í ein hálvan tíma av arbeiðstíðini hjá sær, men stjórar tora ikki at steðga starvsfólkunum at gera hetta. Tað skrivar blaðið MetroXpress í dag.

 

Ein kanning, sum KT-felagið Infinigate hevur gjørt, vísir, at fólk brúka fitt av sínari arbeiðstíð til privat ørindi á netinum. Fólk senda teldupostar, fara á Facebook og hyggja eftir sjónvarpsbrotum , og bert áttanda hvør fyritøka hevur eina politikk fyri brúkið av internetinum á arbeiðsplássinum.

 

- Tað vanliga er, at kt-leiðarar og stjórar vilja ikki gerast óvinir við starvsfólkini, og tí blanda teir seg ikki upp, hvussu starvsfólk brúka ineternetð á arebiðsplássinum, sigur Dennis Wøldike, sum er stjóri í Infinigate, við MetroXpress.