Kvinnnurnar hjá Stjørnuni hava havt eitt framúr gott kappingarár. Heldur óvæntað hava tær verið við í oddastríðnum, og tær eru einasta liðið, ið støðugt hava givið kyndlakvinnunum trupulleikar.
Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, hevur fingið væl burtur úr leikaratilfarinum, ið hann hevur at arbeiða við, og tað verður spennandi at fylgja gongdini hjá kvinnuhondbóltinum í Klaksvík næstu árini.
Felagsliðið legði hart út
Fyri at Stjørnan skuldi gera sær nakrar sum helst vónir um at ogna sær silvurmerkini, skuldi fyrst felagsliðið úr Eysturoynni, Gí/Tjaldur, basast í høllini á Kambsdali leygardagin, men tað var lættari sagt enn gjørt.
Stjørnan hevur fleiri ferðir í ár havt trupulleikar av GÍ/Tjaldur, og dysturin leygardagin var heldur einki undantak. Felagsliðið úr Eysturoynni byrjaði væl betur enn kvinnurnar úr Klaksvík, og tá ið dysturin einans var tíggju minuttir gamal, hevði heimaliðið lagt seg á odda við fýra málum, 6-2.
Eftir henda hvøkkin vaknaði liðið úr Klaksvík, og undir leiðslu av teimum báðum Simonu Hansen og Annu Kristinu Samson byrjaðu tær at svara aftur. Simona skeyt ikki færri enn átta mál, tað sum eftir var fyrra hálvleiki. Stjørnan fekk heili seks brotskøst í fyrra hálvleiki, men tær brendu tvey av hesum.
Eftir at Stjørnan hevði fingið leiðsluna hjá felagsliðnum aftur, fór aftur at ganga javnari á, og liðini fylgdust so at siga til hálvleiks, tá ið støðan var ein eittmálsleiðsla til gestirnar úr Klaksvík, 14-13.
Dysturin avgjørdur
Tað sást beinan vegin í seinna hálvleiki, hvønn vegin dysturin bar. Stjørnan avgjørdi dystin beinan vegin eftir steðgin, tí tá ið seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, vóru tær á odda 18-13, og tá var ongin vegur aftur hjá felagsliðnum.
Gestirnir úr Klaksvík øktu so líðandi um munin, og tá ið seinni hálvleikur var nærum hálvrunnin, høvdu tær lagt seg á odda 21-14!
Dysturin var væl og viruliga avgjørdur, og báðir partar vildu bert hava dystin bríkslaðan av, og harvið fáa ein enda á kappingarárinum. Kvinnurnar úr Klaksvík frættu, at Kyndil hevði vunnið á Neistanum í Havn, og harvið fekk Stjørnan silvur, og tað er helst munandi betur, enn tey flestu høvdu droymt um undan hesum kappingarárinum.
Heimaliðið fekk tó pyntað nakað um úrslitið, áðrenn bríkslað var av, so at tá ið liðugt var, gjørdist munurin einans fýra mál, 29-25.