- Tað er gleðiligt, at nýggja stjórnin í Danmark rekur sama politikk sum undanfarna stjórn, tá tað snýr seg um spurningin um føroyska stjórnarskipan. Um stjórnarskipanarmálið kemur upp aftur, so má tað virða grundlógina og heimastýrislógina.
Tað sigur Sambandsflokkurin á Christiansborg, Edmund joensen, fólkatingsmaður, í eini viðmerking nú seinnapartin.
- Eftir at nýggja stjórnin í Danmark hevur almannakunngjørt sítt samgonguskjal, og forsætisráðharrin í dag hevur hildið sína fyrstu setanarrøðu fyri nývalda fólkatinginum, er niðurstøðan rættiliga greið, heldur hann.
Nýggja S-SF-R-stjórnin rekur sama politikk sum undanfarna stjórn undir leiðslu av Lars Løkke Rasmussen, tá tað snýr seg um føroyska stjórnarskipanaruppskotið.
Tað er politiska metingin hjá Edmundi Joensen, sum umboðar Sambandsflokkin í fólkatinginum.
- Tað stutta av tí langa er, at bæði tann nýggja og tann undanfarna stjórnin siga neyvt tað sama - at so leingi Føroyar eru í ríkisfelagsskapinum, má eitt føroyskt stjórnarskipanaruppskot virða grundlógina og heimastýrislógina, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at siðvenjan í fólkatinginum er, at konsensus breið semja er um føroyapolitikkin.
- Føroyapolitikkurin er hvørki knýttur at einum reyðum ella bláum blokki. Tað er eisini galdandi í nýggja fólkatinginum, og tað er óhugsandi, at siðvenjan verður brotin, leggur hann aftrat.
Edmund Joensen vísir á, at higartil hevur arbeiðið við stjórnarskipanini verið ein roynd at lirka loysingina inn gjøgnum bakdyrnar.
- Nýggja útmeldingin frá stjórnini er, at hetta verður ikki góðtikið, og tað er at fegnast um, heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.