Venesuela varð leygarkvøldið lokala tíð álopið av USA.
Hetta váttar stjórnin í Venezuela í eini fráboðan sambært Reuters.
Álopini raktu høvuðsstaðin, Caracas, og statirnar La Guaira, Miranda og Aragua.
Ein ónevndur amerikanskur embætismaður váttar fyri Reuters, at USA hevur framt álop í Venezuela.
Sambært stjórnini í Venesuela er endamálið við amerikansku álopinum at fáa atgongd til oljugoymslurnar í landinum og annað náttúrutilfeingi.
Sum avleiðing av álopunum hevur forsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, lýst tjóðar undantaksstøðu í landinum.
Harumframt fer Venezuela at biðja ST-trygdarráðið og ST-aðalskrivaran um at fordøma álopið í nátt, stendur í fráboðanini frá landsins stjórn.
Amerikanska stjórnin hevur ikki alment váttað ella avsannað, at landið stendur aftanfyri álopið í nátt.
Men amerikanska sendistovan í Kolumbia, sum hjálpir amerikanskum ríkisborgarum í Venesuela, biður allar amerikanarar fara úr Venezuela beinanvegin.
Harumframt skulu amerikanarar halda seg burtur frá øllum marknaøkjum í landinum, skrivar sendistovan á heimasíðuni.
Fleiri miðlar skrivaðu fyrr í morgun um spreingingar og streymslit nærhendis einari stórari hernaðarstøð í høvuðsstaðnum.
##med2##
Millum annað lýsti tíðindastovan AP, at lágflúgvandi flogfør og minst sjey spreingingar hoyrdust umleið klokkan 2 lokala tíð í Caracas.
Harumframt boða fleiri lokalir miðlar frá spreingingum í statunum La Guaira og Miranda, sum báðir liggja við venesuelansku strondina.
Seinastu mánaðirnar hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, økt um trýstið á Maduro, og USA hevur lopið á fleiri skip í Kyrrahavinum og Karibiska havinum.
USA hevur ákært tey umborð á skipunum fyri at smugla rúsevni - eitt nú úr Venesuela til USA.
Maduro hevur ákært USA fyri at royna at fremja skipanarbroytingar í Venezuela fyri at fáa atgongd til stóru oljugoymslurnar í landinum.
Donald Trump hevur fleiri ferðir ávarað um, at átøk á landi í Venezuela kunnu koma upp á tal, samstundis sum hann hevur økt um amerikansku revsitiltøkini mótvegis Venesuela og amerikansku nærveruna í økinum.
Mánadagin segði amerikanski forsetin, at USA hevði oyðilagt eina havnabryggju í Venezuela, sum Maduro hvørki hevur váttað ella avsannað.
/Ritzau/












