Tað gongur sera væl við fótbóltinum í Eysturkommunu. Í fremstu røð er liðið við nógvum ungum spælarum á bronsuplássi, og í næstbestu deildini eru ungu menninir heilt væl við í kappingini um heiðursmerkjaplássini.
Í kvøld var Víkingur á vitjan í Hólmanum á Eiði, og Víkingur vann 7-0. Hetta var aðru ferð í fimm dagar, at Víkingur vann stóran sigur. Fríggjakvøldið var tað á heimavølli ímóti B36, sum fór úr Leirvík við 5-1 tapi.
Sigurin hjá Víkingi í Hólmanum á Eiði í kvøld er tann størsti higartil í ár í næstbestu deildini. Víkingur hevur 19 stig og er fimm stig aftanfyri toppliðið Skála, og EB/Streymur hevur 7 stig.
Einki bendi eftir fyrra hálvleik á, at talan fór at verða um so stóran málmun. Í fyrra hálvleiki skoraði Víkingur bara eitt mál. Tað var Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum skoraði, og Sveinur Justinussen átti uppleggið.
So gekk tað heilt skjótt, tí tá ið ein tími var farin, var støðan 4-0. Signar á Brúnni, Sveinur Justinussen og Martin Klein Joensen, sum beinanvegin eftir steðgin varð settur á vøllin, skoraðu.
Rani Hansen økti til 5-0, og so vórðu Martin Klein Joensen og Sveinur Justinussen tvífaldir málskjúttar.
Leygardagin fær Víkingur vitjan av FC Suðuroy, og EB/Streymur fær vitjan av NSÍ.