Noreg útflutti 27.150 tons av makreli fyri umleið 832 milliónir krónur í okkara peningi í oktober.
- Hetta er ein minking í virði í mun til sama mánað í fjør á 768 milliónir krónur - ella 47 prosent, og í nøgd var talan um eina minking á heili 71 prosent.
Tað sigur Jan Eirik Johnsen, sum hevur ábyrgdina av uppsjóvarfiski í Norges Sjømatråd.
- Stóra afturgongdin í útflutninginum av makreli endurspeglar, at fiskiskapurin minkaði munandi longu um miðjan september og var eisini nógv minni í oktober í ár enn í oktober síðsta ár, leggur Jan Eirik Johnsen aftrat.
Samstundis, sum fiskiskapurin eftir makreli hevur verið munandi lakari í ár enn í fjør, hevur prísurin í ár verið nógv hægri enn undanfarna ár.
Miðalprísurin fyri makrel í oktober í ár var stívliga 30 krónur í okkara peningi í mun til stívliga 15 krónur sama mánað í fjør.
Hetta veit www.kystmagasinet.no at siga.
Øll greinin kann lesast her - https://www.kystmagasinet.no/eksport-makrell-makrelleksport/kraftig-nedgang-for-makrelleksporten/2018142










