Stór verk á Nýggjárskonsert

Í dag hevur Føroya Symfoniorkestur sína árligu Nýggjárskonsert

Tað verður gjørt nógv burtur úr, tá ið Føroya Symfoniorkestur við kóri hevur sína árligu Nýggjárskonsert. Konsertin verður hildin í Norðurlandahúsinum, og Kringvarpið sjónvarpar beinleiðis frá konsertini.

Tvær konsertir eru á skránni í dag. Tann fyrra varð hildin kl. 15.00, og tann seinna verður á skránni kl. 19.30. Tá fer Kringvarpið at senda beinleiðis.

Aftur í ár eru bæði stór og kend verk á skránni hjá Symfoniorkestrinum, sum er undir leiðslu av Bernharður Wilkinson.

Partar av verkum hjá Bach, Dvorak, Piazzolla, Bellini, Verdi, Strauss og fleiri verða spæld, og til nøkur av verkunum verður Ekaterina Morozova solistur.


Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri og kóri kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum frá kl. 19.30 í kvøld. 

(Mynd: Norðurlandahúsið)